Superligan
Triði síðsta umfarið í bestu donsku deildini er á skránni í morgin. Herfølge hevur ein evarska lítlan møguleika at leingja um lívið í bestu deildini. Um hetta skal eydnast, so skulu teir vinna á útivølli ímóti longu niðurflutta HFK Sønderjylland. AB fer at slikka sárini frá steypatapinum, tá teir fáa vitjan av Viborg. Um tað eydnast AB at fáa stig, so er Herfølge undir øllum umstøðum flutt niður.
Í Parkini fer FCK at fáa vitjan av Lyngby. Todi Jónsson ivast ikki í, at fyri hansara lið verður talan um sera torføra uppgávu. Áhugin er so stórur fyri hesum dystinum, at tað verður ikki langt í frá, at tað verður útselt. Mikudagin vóru fleiri enn tredivu túsund atgongumerki seld. FCK tykist rættuliga vera í brennideplinum ímillum áskoðararnar. Sunnudagin 10. juni kemur Brøndby at vitja í Parkini, og longu nú er tað so gott sum útselt.
Áðrenn Brøndby kemur í Parkina, skulu teir í morgin spæla í Silkeborg. Allir dystirnir í Danmark uttan tann ímillum Silkeborg og Brøndby eru á skránni klokkan 15. Í Silkeborg fer bólturin á rull klokkan 17.05. Tað vil siga, at tað verður ikki fyrrenn eina ferð í annaðkvøld, at tað verður greitt, um DM vánirnar hjá FCK fara at styrkna í morgin.
Dystirnir í superliguni í 31. umfarinum í morgin eru hesir: AB?Viborg, FCK?Lyngby, HFK Sønderjylland?Herfølge, OB?AGF, AaB?FCM og Silkeborg?Brøndby.