Landsdystur
Talvan vísti 29 minuttir og 43 sekund. Støðan var 23-22 til Beliga, og Ingi Olsen var júst togaður niður, soleiðis at Føroyar fyri níggjundu ferð í dystinum fingu møguleikan av sjey metra blettinum.
Beint undan hesum hevði Mortan Hansen tvær ferðir misnýtt líknandi royndir, og nú varð Heini Joensen settur at skjóta. Øll í høllini mundu halda ondini ? Belgiski málverjin royndi eitt sindur provokerandi at arga Heina, tá hesin skuldi hava bóltin. Eitt slag av sálarligum spæli, hvørs einasta endamál var at órógva føroyska skjúttan.
- Alt hetta kundi tó gera tað sama. Heini fekk at enda bóltin, og eftir fyrst at hava hótt eitt skot, sendi hann bóltin í belgisku meskarnar til javnleik. Ein støða, sum eisini helt sær seinastu sekundini, og so var fyrsta EM-stigið í undankappingini veruleiki.
Tá vit eftir dystin hittu Heina á máli, helt hann tó ikki, at tað hevði staðið so nógv á hjá sær hesa løtuna.
- Satt at siga, so hugsi eg ikki so nógv um støðuna, tá brotskast skal takast. Tað sum ræður um, er at senda bóltin í málið.
Men málverjin royndi jú eisini at fáa nervarnar hjá tær í kók. Órógvaði hetta ikki?
- Nei. Í slíkari støðu mást tú bara royna at ignorera hatta. Fert tú fyrst at hugsa um hetta sum nakað persónligt millum teg og málverjan, so er skjótt at missa fokus, og so hevur tú tapt. Eg hugsaði alla tíðina um at skora, og tó at málverjin nart við bóltin, so fór hann inn. Kanska júst tí, at eg hevði trúnna uppá, at hann skuldi fara inn. Tað er ofta tað, sum skal til, um tú skalt fáa bóltin tað seinasta pettið inn um málstrikuna, segði Heini Joensen at enda.