Hugsa ikki um HB

Tað var sum dagur og nátt hjá KÍ og Víkingi, sum ikki megnaði at vinna fulla úrtøku, hóast klaksvíkingar vórðu undirmannaðir, tá ið støðan var 1-0 til Víking

Víkingur - KÍ 1-1 (1-0)

Í góðveðrinum í Sarpugerði fríggja­kvøldið var Víkingur í rættuliga góðari støðu og á veg ímóti sigri tíðliga í 2. hálvleiki, tá ið KÍ misti eyð­sýnd­asta miðvallaran Ivan Joensen, sum hevði sæð gult tvær ferðir.
Kortini eydnaðist tað KÍ at berja seg upp aftur. Lands­liðs­venjarin, Lars Olsen, var millum áskoðararnar, og harvið bar tað honum til at eygleiða vandamiklasti álops­spælaran í føroysku kappingini, Páll A. Klettskarð, sum javnaði til 1-1, eftir upp­spæl í høgru frá sera ágrýtna og skilagóða Gunnari Christiansen og út frá send­ing frá Johan Jacobsen.
So gjørdu KÍ spælararnir stóra íløgu, men teir fingu ikki størri úrtøku.
– Sjálvandi eiga vit at vera nøgdir við eitt stig, tá ið støðan eina løtu var 1-0 til Víking, og vit vóru tíggju ímóti ellivu, men kortini standa vit við einari kenslu av, at vit síðstu løtuna vóru omaná, og at vit kundu havt vunnið, staðfesti KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Nú er langt fram til toppin?
– Vit hava bara fokus á okk­ara avrikum, og næsta upp­gávan – í Trongisvági 2. Hvítu­sunnudag – verður iva­leysa stór. So fáa vit at síggja, hvussu nógv stig og hvørja endastøðu okkara avrik fara at bera við sær.
Víkingarnir iðraðu seg eis­ini. Teir vóru greitt omaná í 1. hálvleiki, tá ið teir høvdu væl betri tak á miðvøllinum og løgdu seg á odda við rimmar langskoti frá væl upplagda Filip Djordjevic. Síðsta kor­terið undan steðginum noydd­ust miðvallararnir Hans Jørgen Djurhuus og Jann Ingi Petersen skaddir av vøll­inum, og í 2. hálvleiki rakk Víkingur ongantíð avrikinum und­an steðginum.
Víkinga liðformaðurin helt, at hansara menn høvdu ikki havt marginalirnar við sær:
– Vit áttu at havt bundið fyri, men tað gjørdu vit ikki, hóast vit í 1. hálvleiki spældu fínt. Eftir steðgin koppaði tað teimum til fyrimunar, og eitt nú funnu vit ikki Filip Djordjevic, sum var framúr í 1. hálvleiki. Men klaksvíkingar vístu framúr moral, og tað er sjálvsagt eisini ein partur av frágreiðingini, hví tað gekk, sum tað gjørdi, staðfesti Atli Gregersen, sum legði aftrat:
– At HB er runnið so langt frá okkum eftir níggju umfør ger sjálvandi uppgávuna at vinna seg fram í toppin tor­føra, men vit eru nøgdir við hug­burðin í dag, og við leik­liga avrikið í 1. hálvleiki.