Javnaðarflokkurin var komin í politiska andaneyð í borgarligu sandwich´ini, og á einum samgongufundi kravdu teir, at nærum allar tær ætlaðu íløgurnar í Eysturoynni skuldu strikast, harímillum nýgerðin av vegi í Leirvík. Fæið, sum varð loyst við hesum, skuldi sambært sjónarváttum konverterast í ein borivogn, ið skuldi bora tunnil til Dals. Flokkurin hevði ætlað eina tvíliðaða strategi í almenna rúminum, at halda fast um betong og asfalt politikkin á lokaðum samgongufundi, tó við aðrari geografiskari raðfesting, og hinvegin at selja seg í almenninginum við einum snaruppfunnum grønum vakstrarpakka. Kongurin var framherji í fyrru ætlanini, meðan krúnprinsurin skuldi vera oddviti í seinru strategiini, sum hevði eitt stovnsfæ á 50 milliónir krónur, og sohvørt sum tað fór at øra fyri eygunum á Gummi Tarzan vaks talið til 400 milliónir, og besta boðið higartil er ein hálv milliard krónur.
Nú hevur ein samgongumaður hættað sær út úr samgongulosjuni fyri at siga Føroya fólki frá, at keisarin úti í Abert Hall og hansara teknar eru spillnaknir. Øll tey, sum manna fíggjarnevnd løgtingsins, kunnu vátta, at hvørt orð í greinini hjá Magna Laksáfoss er sannleikin, soleiðis, sum vit hava upplivað hann.
Tað kom ongantíð nakað initiativ úr fíggjarmálaráðnum undir fíggjarlógargerðini. Sohvørt sum tekniskar framrokningar vístu eitt vaksandi hall, vóru tær borðreiddar fyri okkum og hóast vit heittu staðiliga á Jóannes og Kaj Leo um at siga okkum, hvør fíggjar- og búskaparpolitikkurin hjá hesi samgonguni var, var onki í heinta, onki boð uppá nakað yvirhøvur, og var hetta orsøkin til, at hin nú so illa lýdda fíggjarnevndin mátti taka sakina í egnar hendur og umskipa seg til eina fíggjar- og búskaparpolitiska cellu við óvanliga lakum virkisumstøðum og metlágum tíðarhvarvi.
Bjálvingarmálið byrjar í fíggjarnevndini. Magni Laksáfoss átti hugskotið, og í fyrstu atløgu endaði tað við, at 15 milliónir krónur vóru játtaðar til bjálving av almennum bygningum. Hesum atkvøddu 31 tingfólk fyri. Um somu tíð kom hugskotið um at fylgja altjóða rákinum, um bjálving av eldri bygningum á privata sethúsamarknaðinum. Magni var eisini faðir at hesum uppskotinum. Saman við Annitu á Fríðriksmørk, Bill Justinussen og undirritaða smíðaði hann eitt uppskot hesum viðvíkjandi, sum hevði til endamáls at flyta tøkt fæ úr Húsalánsgrunninum í Bjálvingarstuðuslánsgrunnin. Fyri at vera loyalur mótvegis samgonguni nevndi hann hetta í einum korridorpráti fyri Eidesgaard. Áðrenn nakran vardi, kom eitt tíðindaskriv úr fíggjarmálaráðnum, har ráðharrin boðar almenninginum frá, at hann ætlar eitthvørt á bjálvingarøkinum. Magni helt seg hava rokkið endamálinum, og tók seg aftur úr uppskotinum, sum framvegis liggur í tinginum, nú sum uppskot frá andstøðuminnilutanum í fíggjarnevndini. Síðani er onki hent uttan tað, at staðfestingin hjá Laksáfoss er røtt, táið hann sigur, at onkur livir politiskt av at nápa hugskot í eini roynd at liva av lántum fjaðrum.
Viðvíkjandi uppskotinum um lántøku, fyri at fíggja hallið á fíggjarlógini, er at siga, at tað var fíggjarnevndarformaðurin sjálvur, Annfinn Kalsberg, sum á einum fundi spurdi Sigurð Poulesen, landsbankastjóra, um rættast ikki hevði verið, at landsstýrið fekk eina lánsheimild samsvarandi fíggjarætlaða hallinum. Tá hesin var samdur við hugskotinum, var tað síðani varpað upp fyri Eidesgaard á einum seinri fundi, og soleiðis kom tað í lag.
Magni Laksáfoss hevur rætt í tí, at fíggjarmálaráðharrin ongi onnur átøk hevur framt í eitt hálvt ár, enn tey, at bera donsku bankapakkarnar í tingið. Tað er merkisvert, soleiðis, sum útlitini eru. Umframt lygnirnar, sum Jóannes Eidesgaard slapp at oysa uppúr sær í útvarpinum ígjárkvøldið, so siga undanførslurnar í endanum á útvarpaða kutinum alt um hvussu illa staddur maðurin er. Ein roknskaparkunngerð, Húsalánsgrunnurin, bjálving, nýggj játtanarlóg, betri fíggjarstýring og ein komandi eykajáttanarlóg skulu bjarga Føroyum úr eini vaksandi búskaparkreppu. Eg meini tað. At eta sítt egna og tað stolið.
Táið tú smokkar spakuliga í politiska mýrulendinum, er tað skiljandi, at øll vápn verða brúkt, eisini tey at prýða seg við lántum fjarðum. Grøni vakstrarpakkin hjá John Johannessen er gott dømi um tað. Hugskotini og uppskotini eru komin úr fíggjarnevndini, fyrst og fremst frá Magna Laksáfoss. At Kaj Leo roynir at stúgva seg upp í løgmanstaburettina, við at stinga sín partamann í ryggin, tænir honum ikki til sóma.
Socialdemokratiski glantrileikurin líkist alt meira yrkingini hjá íslendinginum Tórarinn Eldjárn um Tarzan í stóra vakstrargarðinum – frumskógini. Í týðingini hjá kára p. endar sangurin soleiðis: ”sum tekin um hvønn sigur hongur tarzan niður úr træðnum, og dinglar runt við dollarseðlum knýttum stramt um háls.”
Grøni vakstrarpakkin er higartil bara ein lítil fittur økologiskur urtapottur, sum Laksáfoss og fylgisneytar hava latið farið oman eftir fíggjarnevndarbedingini, nú fæst at síggja hvussu væl tað verður honum sjóvað. Skuldi Javnaðarflokkuirn havt áhuga í at verið partur av hesum politiska nýbrotinum, umhvørvisferðini, er valla hugsandi, at nakar fer at forða teimum í hesum, og um tey fegin vilja fáa sín ognarskap í grøna vakstrarpakkanum, er tað í lagi, bara longu fingrarnir ikki enda í fauna´ini hjá hinum. Var tað ikki ein heimspekingur, sum einaferð segði, at móðirlandið hjá Javnaðarflokkinum altíð er har sum pengarnir hjá hinum eru?