Hvítingsbróður gott íkast til laksafóður

Áður hevur verið mett, at eini 30.000-35.000 tons av hvítingsbróðuri kunnu fiskast í føroyskum sjógvi um árið, men í fleiri ár hevur eingin veiða verið eftir hesum fiskaslag.

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, var stór ónøgd um hesa veiði, tí sagt varð, at uppi í veiðini eftir hvítingsbróðuri var nógvur hýsumurtur.

Í fjør og í ár hevur Atlantsfarið royndarfiskað eftir hvítingsbróðuri, men fiskiskapurin hevur verið misjavnur.

Havsbrún í Fuglafirði hevur keypt sløk 400 tons av hvítingsbróðuri frá Atlantsfarinum higartil í ár.

Neyvt eftirlit hevur verið við royndarveiðini eftir hvítingsbróðuri. Eftiritsfólk hava verið umborð á skipinum, og tá landað hevur verið í Fuglafirði, hevur Fiskiveiðieftirlitið eisni fylgt við, hvussu út sær.

Á Havsbrún hava tey vónir um, at royndarloyvini, sum eru givin til hvítingsbróðurveiði í føroyskum sjógvi, kunnu gerast eitt rávøruíkast til framleiðsluna av laksafóðuri á virkinum.

Fiskimálaráðið hevur givið Atlantsfarinum og skipinum Grunnabarð, sum vágbingar hava keypt, loyvi at fiska hvítingsbróður í føroyskum sjógvi í trý ár.