Hóast tað er langur teinur at sigla, og hóast teir ikki hava frystilast, eru hvalbiartrolararnir á veg til Flemmish Cap at royna.
-Vit ætla so at royna, um tað ber til, sigur reiðarin, Jákup Pauli Hammer.
Tað er drúgt at sigla, og Steintór og Niels Pauli fara at sigla við »spariferð« vestur um hav.
- Tað fer at taka eini sjey døgn at sigla við 10 míls ferð, og so hava vit áleið eina viku at fiska í. So kann vera, at vit kunnu seta meira ferð á aftur á heimleiðini, sigur Jákup Pauli Hammer.
Tað verður fiskað á sama hátt sum undir Føroyum, tó at teinurin á fiskileið verður tað longri.
- So fáa vit at síggja, tá skipini koma til Føroya aftur, um hetta er nakað, sum loysir seg, sigur Jákup Pauli Hammer.
Gullberg og Vesturleiki eru farin á Flemmish Cap og verða væntandi á fiskileið í kvøld, men teir hava so frystilast.
- Hjá okkum ræður tað um at fáa so skjótt upp í sum tiber, og so koma heim aftur, sigur Jákup Pauli Hammer.
Hann hevur einki frætt um onnur skip eru á veg til Flemmish Cap í løtuni.
- Tey bíða kanska fyri at vita, hvussu tað spælir av hjá okkum, áðrenn tey taka støðu til, um tey fara á Flemmish Cap í ár, sigur Jákup Pauli Hammer, reiðari á Steintór og Niels Paula.