Hvannasunds kommuna hevur góðan dagstovn, nevndur Imba, ið liggur beint við skúlan á Fossanesi, sum hýsir næmingum úr 1. til og við 7. flokki. Á Fossanesi er fimleikarhøll, sum er ókeypis hjá børnum til ymiskar aktivitetir eftir skúlatíð - og kostar eitt symbolskt gjald fyri vaksin.
Sum ein av fáu kommununum í Føroyum, krevur Hvannasunds kommuna einki dagstovnagjald frá foreldrum, sum hava børn í dagrøkt.
Í Norðtoftum er stór smoltstøð, sum er undir útbygging, og norðan fyri byrgingina hvannasundsmegin hevur Bakkafrost landstøð í samband við aling.
Ritan røkir siglingina til Svínoyar og Fugloyar úr Hvannasundi, har umstøðurnar eru góðar við fasilitetum, sum hoyra einari slíkari tænastu til. Í Hvannasunds kommunu er deks-og smábátahavn, og kommunan hevur samstarv við Viðareiðis kommunu um bátahavnina, har Viðareiðis kommuna rindar eftir ávísum býtislykli.
Bæði Depil og Hvannasund eru gamlar bygdir. Hinvegin er Norðdepil niðursetubygd, sum hevur sín uppruna í 1866.
Borgarstjóri í Hvannasunds kommunu er Katrin Næs. Hon sigur, at tey í kommununi er spent eftir at síggja, hvat Tjóðsavnið fer at fáa burtur úr elligamla bóndagarðinum, Depilsgarðinum í Depli, sum er friðaður og Tjóðsavnið ræður yvir.
- Tjóðsavnið hevur í nøkur ár arbeitt við at seta Depilsgarðin í stand, og vit eru spent eftir at vita, hvør endaliga ætlanin við garðinum verður, sigur Katrin Næs, sum vísir á, at hóast kommunan ikki er partur av hesi verkætlan, hava tey eftir førimuni roynt at gjørt ymiskt í umhvørvinum, har Depilsgarður er.
- Nevnt hevur verið, at um Depilsgarður kanska einaferð letur upp sum eitt slag av savni, eigur Tjóðsavnið kanska onkrar lutir, sum kundu verið við til at gjørt garðin enn meira forvitnisligan, leggur hon aftrat.
Borgarstjórin vísir á, at í nøkur ár hava ung í arbeiði saman við umsjónarfólki hjá kommununi arbeitt við einari gongugøtu fram við sjóvarmálanum suður eftir hvannasundsmegin. Hetta er eftirhondini vorðin ein long gøta, sum fer fram við bakkanum suðureftir.
- Her er lágur bakki, og tískil gongur gøtan beint oman fyri fjøruna suðureftir og tey eru mong, sum ganga hesa gøtu og vilja uppliva hugnaliga umhvørvið. Vit hava eisini arbeitt við øðrum gøtum, og ætlanin er at halda fram við hesum arbeiði, sigur Katrin Næs.
Í Hvannasundi er lutfalsliga nýtt kirkjuhús bygt. Kirkjan rúmar ikki so nógvum fólkum, og tí verður kirkjuhúsið ofta brúkt við eitt nú jarðarferðir, har fylgjast kann við á skíggja í kirkjuhúsinum. Kirkjuhúsið hevur eisini verið brúkt til ervi, møtir og ymisk onnur tiltøk, sum eitt nú konfirmatiónsveitslur.
Í Norðdepli er salur hjá Brøðrasamkomuni.
Í gamla skúla í Hvannasundi høvdu nakrar kvinnur eina kafé, nevnd Old School, sum var opin um summarið og til jólar - og í Norðdepli er lítil fyritøka, sum leigar út íbúðir undir heitinum, Lokk-Inn Apartmets.
##med2##