Hvar verður aðalstjórin av

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, spurdi løgmann um, hvussu tað gongur at seta aðalstjóra í vinnumálaráðnum

Jacob Vestergaard fanst at, hvussu setanirnar fara fram, tá ið persónur var settur á løgmansskrivstovuni.

 

Tá segði løgmaður, at tað var ein setanarbólkur, sum tók sær av hesum máli. Nú er tað landsstýrismaðurin og løgmaður, sum ikki vilja hava ein ávísan persón.

 

Tað er ikki vanligt, at landsstýrisfólk seta starvsfólk, sum vísa til fyristingarleiðaran. Støðan er øðrvísi, tá ið talan er um ein aðalstjóra, tí viðkomandi arbeiðir so tætt saman við politisku fyrisitingini.

 

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, helt, at hetta er ein broyting og hann vildi vita um ætlanin er at gera politiskar setanir av aðalstjórum í framtíðini.

 

-Er tað ætlanin, so má ein nýggjur landsstýrismaður eisini hava møguleikan at skifta verandi aðalstjóra út, tá ið viðkomandi tekur við sum landsstýrisfólk, segði Bárður á Steig Nielsen.