Hvat nú?

Rætt er, at sitandi løgmaður hevur eftir eitt løgtingsval mandat til at skipa samgongu - so bert hann dugir at snúgva sær, nøkta meiri ella minni tørvin hjá hinum samgonguflokkunum og sleppur undan misáliti frá meirilutanum á tingi, kann hann í ástøðinum sita til ellisár

Eitt Føroyamodell, lívlangt stjórnarræði – í mínari verð er tað ikki heilt burturvið, tí ein kann hugsað um hetta sum eitt slag av "demokratiskum einaræði", har fólkið í grundini onga orsøk hevur at fara á val, tí at hvussu so víkur og vendir, so fer ABC-samgongan kanska ONGANTÍÐ at missa meirilutan.

Í veruleikanum er tað so, at veljarin onga ávirkan hevur á samgongusamráðingarnar, soleiðis sum støðan er nú, og veljarin kann tí bert bíða við undran, og staðfesta at atkvøðan hjá øllum borgararnum ikki hevur sama virði.

Hesin sami trupulleiki gjørdi seg eisini galdandi við seinasta løgtingsval í 2004, hóast ongin løgmaður var tá, tí at Anfinn Kallsberg var farin frá frammanundan. Tá var tað so, at eftir valið skuldu teir nýkosnu tinglimirnir velja, hvønn flokk á tingi teir vildu hava at skipa samgongu. Hóast Tjóðveldisflokkurin tá eisini hevði størsta tingmannatal, fekk Javnaðarflokkurin atkvøðurnar frá sær sjálvum umframt Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum at skipa samgongu, t.e. 21 tilsamans, meðan andstøðan hevði 11. Til hetta kundi onkur sagt, at tingið umboðar jú fólkið, og tí var tað eins og við samgongusamráðingarnar í 2008 demokratiskt rætt. Tað er tað eisini á ein hátt. Men tað skerst ikki burtur, at tað at skipa samgongu er so ógvuliga subjektivt og nakað, ið veljarin als onga ávirkan hevur á, tí at møguleikarnir fyri at skipa samgongu eru so nógvir, ikki minst hesu ferð, tí at smáu flokkarnir eru tað størri nú. Onkrir samgongulimir vilja kanska eina aðra samgongu, men tora ikki ella vilja vísa trúfesti móti tí verandi.

Tí haldi eg, at tað fyri veljaran, fyri fólkið, er rættari, at størsti flokkur á tingi (um fleiri hava líka nógvar tinglimir, so størsti flokkur prosentvíst) fær rætt at royna at skipa samgongu. Veljarin fær tá størstu ávirkan á eina møguliga samgongu. Onkur kundi svarað hesum við at sagt, at eisini í hesari støðu er tað soleiðis, at sjálvt størsti flokkur á tingi kann tilvildarliga og subjektivt skipa samgongu, og tað er sum so rætt.

Tann avgerandi munurin er tó, at tað við hesum LOYSIR SEG HJÁ VELJARANUM AT FARA Á VAL, tí at tann flokkurin, ið flest fólk velja, fær fyrst og fremst rættin at skipa samgongu, heldur enn at ónatúrliga breiðar samgongur sum tann núverandi í veruleikanum kann gera, sum henni lystir, og veljarin hevur lítla og onga ávirkan.

Havi mangan hugsað, tá ið fólk siga, at tað var so øgiligt rumbul, tá ið fullveldislandsstýrið sat við valdið, tað kann vera, men í grundini hevur verið minst líka so nógv rumbul nú. Tó munurin og vansin við ónatúrliga breiðum samgongum er, at TAÐ FÆR ONGAR AVLEIÐINGAR. Tað er stutt og greitt ikki rætt at skipa samgongur eftir hesum leisti, tí somu persónar og flokkar kunnu sita alt ov leingi saman, og tað er neyvan demokratiskt. Annar møguleiki er, at veljarin framman undan fær at vita hvørjir flokkar longu framman undan valinum hava avtalað at halda saman, uttan mun til meiri ella minni væleydnað valúrslit.