Jú, hon situr í stýrinum fyri ALS. Hon hevur júst gjørt eina fráfaringaravtalu við ein stjóra – sum er sendur til hús við 1,2 milliónum krónum í kuffertinum, sum áttu at verið brúktar til linna hjá arbeiðsleysum. Hetta svarar til tað, sum 70 arbeiðsleys kundu fingið í ein mánað, um tey fingu fult útgjald!
Hon vardi eisini avgerðina um at lækka útgjaldið frá ALS og tær skerdu treytirnar hjá arbeiðsleysum.
Og nú vit biðja hana um eina viðmerking, so ber hon seg undan – vísir til ein advokat, ein sakførara – ein av tí slagnum, sum fær 62.500 kr fyri at skriva eina uppsøgn til ein stjóra.
Álvaratos, Ingeborg. Vit skilja einki. Púrt einki!