Í morgin fara Óli Johannesen og liðfelagarnir í Hvidovre eitt sindur norður um Keypmannahavn at spæla landskappingardyst. Farum, sum hevur stórar ætlanir um superligufótbólt, og sum er við í toppinum, fer at taka ímóti. Eingin ivi er um, at heimaliðið verður roknað sum stórur favorittur.
Hvidovre hevur bara sjey stig fyri fyrstu átta dystirnar, og teir stríðast fyri at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tað er langt frá dreymunum um superligu fótbólt og so til niðurflyting til 2. deild. Og nú ljóðar frá peningatroti í Hvidovre.
Í 1999 keypti Peter Schmeichel meirilutan av partapeninginum. Málið var uppflyting, og at Hvidovre skuldi vera við til at seta dágsskránna í fremstu røð. Men síðani hevur tað roynst illa bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Helmingurin av partapeninginum er burtur, og um felagið ikki skal hava nýggjan partapening fyri neyðini, so skulu teir hava yvirskot í hesum árinum. Tað er óvist, um hetta fer at eydnast.
Um Peter Schmeichel verður sinnaður at spýta meiri í er ikki greitt, men tað verður ikki mett serliga sannlíkt. Hann tók seg fyrr í ár úr nevndini, men advokaturin hjá honum umboðar framvegis Schmeichel. Undir øllum umstøðum verður ikki roknað við, at Hvidovre fer at spæla nakran serligan leiklut í donskum fótbólti. Og Schmeichel tykist trívast best, tá hann er við í toppinum.
Gerandiskostur
At donsku fótbóltsfeløgini eru fíggjarliga illa fyri tykist vera gerandiskostur. Í donsku pressuni hevur fyrr í summar verið at hoyrt um trupulleikar í AGF og Lyngby, í gjár hoyrdist, at B93 er illa fyri, og nú sást eisini, at Herfølge, sum Jákup Mikkelsen gjørdist meistari saman við fyri einum góðum ári síðani, er rættuliga illa fyri. Tað hevur verið tosað um, at felagið skuldi leggja saman við Køge, sum er hitt stóra felagið í Køge kommunu, men tær ætlanirnar eru lagdar til síðis, meðan John Faxe Jensen og teir stríðast við at loysa fíggjarligu trupulleikarnar. Talan hevur m. a. verið um lønarlækkan.
B93 skal í morgin spæla á útivølli ímóti Fredericia, og Randers Freja fær í morgin vitjan av Frem.