Eitt summar við nógvum ferðafólkum

- Tað følist altíð sum at koma heim, tá eg vitji mína familju og vinir í Spania. Her havi eg vitjað aftur seinastu 35 árini, síðan eg var AFS-næmingur, sigur Guðrið Højgaard

 

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum? 

- Tað verður væntandi ein kombinatión av báðum.

Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?  

- Eg eri sein á veg við fyrireikingunum í ár. Havi ikki bókað nakað enn, hóast ætlanir eru um at vitja fleiri støð, eitt nú mítt kæra Galicia í Spania, sum eg havi vitjað aftur til seinastu 35 árini, síðan eg var AFS-næmingur har. 

Guðrið sigur, at tað følist altíð sum at koma heim, tá hon vitjar sína familju og vinir í Galicia.

- Menniskjuni, mentanin, náttúran, veðrið og maturin – alt er gott har, sigur hon.

Stjórin í Visit Faroe Islands sigur, at hon hugsar eisini um at náa at vitja onkra útoyggj í Føroyum í summar.

Tá vit spyrja, um hon hevur vitjað í flestu oyggjum í Føroyum, sigur hon soleiðis:

- Jú, eg havi vitjað í teimum flestu, men enn havi eg eitt nú ikki verið í Lítlu Dímum. 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

- Børnini elska at ferðast, og eg elski eisini at fáa ta samveruna og gleðina at vitja ymisk lond saman við teimum, sigur Guðrið Højgaard. 

 

Nú tú ert stjóri í Visit Faroe Islands – hvussu sær so út við summarinum í ár? 

- Jú, tað sær út til at blíva eitt gott summar við rættiliga nógvum gestum. 

Er nakað øðrvísi í ár í mun til onnur ár – ella fáa vit eitt summar, sum líkist undanfarnu?  

- Summarið fer at líkjast rættiliga nógv teimum undanfarnu, tá tað kemur til tal av gestum, og hvaðani gestirnir koma, sigur Guðrið. 

Hvørji ynskir - ella visjónir - hevur Visit Faroe Islands fyri tey næstu árini í ferðavinnuhøpi? 

- At vit framhaldandi menna og varðveita Føroyar sum eitt gott ferðamál at vitja, og at ferðavinnan skapar størst møguligt gagn fyri Føroyar. 

Guðrið Højgaard leggur aftrat, at alt arbeiðið, sum Visit Faroe Islands ger, tekur útgangsstøðið í Heim-strategi’ini, sum lýsir ferðavinnuleistin fram móti 2030.