32 ár síðani Kaj Leo var í ódnarveðri í Motherwell

Meðan lutakastið hjá NSÍ og Víkingi í Conference League er at liva við, so sær tað torførari út hjá HB, sum eisini spældi ímóti Motherwell í 1994

Kaj Leo Holm Johannesen vardi HB málið í Motherwell í 1994 Mynd: Motherwell FC

Nú er tað greitt, hvørjum føroysku feløgini í Conference League fara at spæla ímóti í summar.

 

Mótstøðuliðið hjá NSÍ er Hamrun Spartans úr Malta, har tað oftast er rættiliga heitt í juli. Fyrri dysturin hjá NSÍ verður hósdagin 9. juli í Klaksvík, og seinni dysturin verður hósdagin 16. juli suðuri á Malta.

 

Mótstøðuliðið hjá Víkingi er íslendska Stjarnan, sum eigur heimavøll í Garðabær á Reykjavíkarleiðini. Stjarnan er í løtuni á áttanda plássi í bestu íslendsku deildini, sum er 10 umfør gomul.

 

Fyrri Europadysturin hjá Víkingi verður í Garðabær hósdagin 9. juli, og seinni dysturin verður hósdagin 16. juli í Klaksvík.

 

Mótstøðuliðið hjá HB, sum fer at spæla í øðrum umfari, er Motherwell úr Skotlandi, sum verður stórfavorittur. Fyrri dysturin verður hósdagin 23. juli á útivølli, og hósdagin 30. juli verður Europa og ólavsøkufótbóltur í Gundadali. 

 

HB og Motherwell hittust í gomlu UEFA Cup kappingini í 1994.

 

Á Frii Park í Motherwell vann Motherwell 9. august 1994 3-0, og tvær vikur seinni, týsdagin 23. august, vann Motherwell 4-1 á Svangaskarði. HB málið skoraði Andreas F. Hansen, sum minkaði um munin til 2-1.

 

Kaj Leo Holm Johannesen vardi HB málið í Motherwell í 1994 Mynd: Motherwell FC