Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:
Hetta er 13. ferð, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins verður handað.
Uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking, kunnu sendast til Granskingarráðið á gransking(at)gransking.fo ella í boðklivan á facebook. Seinasta freist at senda inn uppskot er mánadagin 15. september 2025.
Øll kunnu senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2025. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina.
Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini.
Heiðurslønin verður handað á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 26. september 2025.
Hesi hava áður fingið miðlaheiðursløn Granskingarráðsins:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen
2023 - Heini í Skorini
2024 - Silas Olofson