Í dag klokkan 16 verður Fótbóltspanelið á Rás2. Høvðusevnið er landsdysturin móti Finnlandi sunnudagin. Í sendingin fara viðmerkjararnir at seta teirra bestu 11, sum teir halda skulu manna lansliðið móti Finnlandi.
Fótbóltspanelið er hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17
Eisini kemur prátið at snúgva seg um hvørjar vónir teir hava til landsliðið, nú ein nýggj EM undankapping stendur fyri framman. Føroyar eru í bólki við Rumenia, Grikkalandi, Ungarn, Finnlandi og Norðurírlandi.
Her kanst tú siga tína meining við at viðmerkja liðið undir greinini, ella senda sms til 559999, meðan sendingin er.
Her er føroyski hópurin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson og Tórður Thomsen
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Bárður Hansen, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø og Ári Mohr Jónsson.
Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalstovu, Brandur H. Olsen, Róaldur Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Gilli Sørensen og Christian Lamhauge Holst.
Framherjar:
Páll Klettskarð, Klæmint A. Olsen, Arnbjørn Hansen og Jóan Símun Edmundsson.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum, sum verður sunnukvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli.