Hvussu nógv eru vit

Hagstova Føroya og Landsfólkayvirlitið kunnu ikki semjast um, hvussu nógv fólk búgva í Føroyum

HAGTØL

Tað er heldur ikki so lætt at halda skil á øllum teimum nógvu fólkunum í Føroyum.
Í øllum førum hava tey á Hagstovu Føroya eitt hægri íbúgvaratal enn Landsfólkayvirlitið.
Neyvan er talan um stórvegis trupulleika hjá landsins myndugleikum, men stuttligt er at leggja til merkis, at Hagstova Føroya og Landsfólkayvirlitið vísa til tvey ymisk fólkatøl í Føroyum.
Frávikið er ikki størri enn tvey fólk fyri fyrsta dagin í hesum árinum. Frávikið fyrsta dagin í 2002 var trettan fólk.

Einki løgið
Hans Pauli Strøm, sum starvast á Hagstovu Føroya, sigur, at tað er einki løgið í, at frávik eru í tølunum hjá ávíkavíst Hagstovu Føroya og Landsfólkayvirlitinum.
Frávikini skyldast serliga, at rættingar og fráboðanir eru í fleiri førum seinar ávegis. Í ringastu førunum kann seinkingin taka nógvar mánaðir ella tað mesta av einum ári.
?Longri tú bíðar við at gera upp, rættari verður talið, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann vísir á, at sjálvt deyðsføll kunnu taka sína tíð við at verða skrásett. Ein orsøk kann vera, at ein føroyingur er deyður uttanlands, og fráboðan skal ferðast millum lond og skipanir. Serliga eru tað tó frá- og tilflytingarnar, ið kunnu skapa frávik í uppgerðunum.
?Á Hagstovuni gera vit endaliga upp fyri tað farna árið einaferð um várið árið eftir, og tað talið verður vanliga ikki broytt, sigur Hans Pauli Strøm.
Tað almenna talið av íbúgvum í Føroyum er talið, Hagstovan upplýsir. Til eitt nú løgtingsval verður landsfólkayvirlitið nýtt.


Fleiri
Hyggja vit so eitt sindur eftir teimum feskastu hagtølunum, so sæst, at vit í Føroyum gerast støðugt fleiri og fleiri.
Fyrsta dagin í hesum árinum vóru 47.701 ella 47.703 fólk búgvandi í Føroyum. Hetta er 1,5% meira enn við ársbyrjan í 2002.
Útfrá tølunum hjá Landsfólkayvirlitinum er vøksturin 718 fólk. Av hesum er størsti parturin lagdur afturat Tórshavnar kommunu. Vøksturin í høvuðsstaðar kommununi var 359 fólk í farna ári. Stóra økingin í fólkatalinum í høvuðsstaðnum skyldast bæði stórari tilflyting, men eisini, at burðaravlopið,t.e. fødd minus deyð, var heili 148 í 2002. Samlaða burðaravlopið í øllum landinum var 302.
Tað eru serliga Eysturoyggin, Vágoyggin og einamest Klaksvík í Norðoyggjum, ið hava merkt framburð í fólkatali. Framburðurin í Eysturoynni og í Klaksvík skyldast serliga stórum burðaravlopi.
Vøksturin í fólkatalinum í Føroyum hevur verið konstantur seinastu árini, og talið av føroyingum ? sum í skrásetingarhøpi kunnu kalla seg føroyingar ? vekstur støðugt, og áðrenn árið er runnin, er mestur fleiri enn 48.000 av slagnum.

Lønargjaldingar
Á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya stenda nøkur fesk hagtøl at lesa.
Har stendur millum annað at lesa, at lønarútgjaldingarnar eru voksnar við 8,4% frá 5,551 mia. í 2001 6,018 mia. í 2002.
Talið av arbeiðsleysum var eisini ein fjórðing minni í 2002 enn í 2001.
Tað eru tó vorðið eitt sindur dýrari at vera forbrúkari í Føroyum ? prístalið 1. januar 2003 er 101.0 móti 99,3 hin 1. januar 2002.