Í annaðkvøld spælir Grønland eisini um at sleppa til HM-endaspælið

Ingi Olsen er hjálparvenjari hjá grønlendska manslandsliðnum

Savnsmynd: Sermitsiaq

Grønlendska manslandsliðið í hondbólti skal í annaðkvøld klokkan 21.45 - føroyska tíð - spæla finalu móti USA um at gerast norðuramerikanskur og karibiskur meistari í hondbólti hjá monnum.

 

Finalan verður leikt í TBK Bank Sports Complex í býnum Bettendorf í deilríkinum, Iowa í USA. 

 

Innleiðandi hevur Grønland, ið hevur Inga Olsen úr Vestmanna sum hjálparvenjara vunnið tveir stórsigrar. Grønland hevur vunnið 40-20 á Kanada, og 35-25 á Meksiko.

 

USA verður tó ein heilt onnur og torfør uppgáva, men sum tey siga í politikki: "Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt".

 

Vinnarin av kappingini sleppur at taka lut í HM-endaspælinum í Týsklandi. 

 

 

 

 

 

Savnsmynd: Sermitsiaq