Í dag er móðurmálsdagur

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs, og tá er móðurmálsdagur í Føroyum.

Hóast altjóða móðurmálsdagur er 21. februar, so verður føroyskur móðurmálsdagur hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Hann varð føddur á Steig í Sandavági hendan dagin í 1819 – og tí verður hildið, at hesin dagur eigur at vera førosykur móðurmálsdagur, tí ávirkanin, sum Hammershaimb hevði á móðurmálið hevur verið so avgerandi.

 

Móðurmál okkara hevur sína serligu søgu, tí vit høvdu einki skriftmál, og tí var málið um at hvørva. Tá var tað miðskeiðis í 19. øld, at áhugi skaptist millum lærdar menn fyri føroyska skriftmálinum. V. U. Hammershaimb, sum læs gudfrøði í Keypmannahavn, var í hesum umhvørvi og gjørdist partur av stríðnum fyri at menna eitt føroyskt skriftmál.

 

Tað er ikki hissini avrik at endurskapa einum fólki og eini tjóð sítt skriftmál, tí høvdu vit ikki skriftmálið, so høvdu vit valla heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er.

 

Vensil Hammershaimb var sonur seinasta løgmann í Føroyum, áðrenn løgtingið var tikið av í 1816, Jørgen-Frantz Hammershaimb. Aftan á at pápin doyði í 1820, flutti hann av løgmansgarðinum á Steig í Sandavági til Havnar saman við mammu síni, har tey fluttu inn til ommuna í Nýggjustovu, har hann vaks upp.

 

Tólv ára gamal fór hann til Danmarkar, tók studentsprógv og las gudfrøði. Hann hevði eisini hug til norrøn mál. Hann verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Í 1841 ferðaðist hann í Føroyum og fór tá at skriva upp fólkaminni. 

 

Í 1855 fór Vensil Hammershaimb heim til Føroya at vera prestur. Hann var Føroya próstur 1862-78, tá ið hann flutti aftur til Danmarkar at búgva.

 

V. U. Hammershaimb doyði í 1909.