14. apríl. Summarmáli. Eftir gamlari føroyskari tíðarrokning byrjar summarhálvárið hendan dag. Sagt var, at á summarmála avdagast ikki, tí var klárt í veðrinum, skuldi dagsglæman ikki hvørva.
Soleiðis sum summarmáladagur er, soleiðis verður várið.
Dagurin eitur annras Tiburtius. Saman við bróður sínum varð hann tikin av døgum umleið 225.
(Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð)
14. apríl er dagur 104 í árinum í gregorianska kalendaranum. 261 dagar eru eftir av árinum.