Í minsta lagi 69 deyð í jarðskjálvta á Filipsoyggjum

Í minsta lagi 69 fólk eru staðfest frá deyð, eftir at ein jarðskjálvti rakti miðskeiðis á Filipsoyggjum í gjárkvøldið.

Tað segði ein ónevndur embætismaður frá vanlukkuumsitingini á Filipsoyggjunum í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.

Samstundis leita myndugleikarnir framvegis eftir teimum, sum yvirliva, og arbeiða við at fáa streym- og vatnveitingina aftur.

Jarðskjálvtin varð mátaður av filippinska gosfrøði- og jarðskjálvtastovninum við 6,9 styrki og rakti stutt fyri klokkan 22. lokala tíð - kl. 15 okkara tíð.

Skjálvtin rakti út fyri strondini í Cebu-landslutinum.

Filipsoyggjarnar liggja í sonevnda "ring of fire" í Kyrrahavinum, sum er eitt seismiskt øki, har fleiri tektoniskar plátur bresta saman.

 

/Ritzau/