Tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum:
Talan er um tvey lógaruppskot, sum hava til endamáls at gera tað meira liviligt hjá barnafamiljunum í Føroyum.
Annað uppskotið broytir lógina um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og snýr seg um at hækka barnafrádráttin.
Barnafrádrátturin hækkar í 2026
Landið letur í dag ein frádrátt í landsskattinum, sum er 9.200 kr. árliga fyri børn 0-6 ár, og 6.500 kr. fyri 7-17 ára gomul. Frádrátturin skal hækka soleiðis, at hann verður 10.700 kr. fyri børn 6 ár og yngri, og 7.500 kr. fyri tey 7-17 ára gomlu.
Broytingarnar í barnafrádráttinum merkja, at ein familja við trimum børnum fær millum 3.000 og 4.500 krónur meira at liva fyri árliga. Yngri børnini eru, størri er frádrátturin.
Bíligari grønmeti og blæur
Hitt uppskotið broytir lógina um meirvirðisgjald og leggur upp til, at ávísar gerandisvørur verða frítiknar fyri MVG. Talan er um epli, grønmeti og blæur til børn.
Tryggar karmar fyri barnafamiljur
Uppskotini um at hækka barnafrádráttin og lækka MVG á ávísum gerandisvørum verða løgd fyri tingið í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2026.
– Tað er sera týdningarmikið at skapa góðar og tryggar karmar rundan um barnafamiljurnar í Føroyum. Við at hækka barnafrádráttin og gera týdningarmiklar gerandisvørur bíligari vilja vit lætta um gerandisdagin hjá okkara yngstu borgarum og foreldrum teirra. Ein familja við trimum børnum sum eru 1, 5 og 8 ár fáa við hesum báðum uppskotinum 7.000 kr. meira at liva fyri um árið. Hetta kemur afturat skattalættanum, sum foreldrini fingu í 2024 og 2025, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.