Fyrstu lítlu løtuna gekk tað ikki soleiðis, sum fuglfirðingar ætlaðu, tá ið teir á middegi vóru í Hólmanum á Eiði.
ÍF var stórfavorittur, og ÍF vann 3-1. Men tað var EB/Streymur, sum legði seg á odda longu í 7. minutti. Málskjútti var Andras Ó. Olsen. Verjuskansin var skaddur alla fyrru hálvu av kappingarárinum, og nú er hann við at spæla seg í form við dystarvenjing á næstbesta liðnum. Uppleggið átti Fríði Holm.
Síðsta korterið undan steðginum svaraði ÍF tvær ferðir aftur, og í báðum førum var Martin Klein Joensen málskjútti, og so var ÍF frammanfyri 2-1, tá ið teir fóru at hvíla seg.
Steffan Løkin varð skiftur inn á ÍF liðið í 64. minutti, men longu 10 minuttir seinni noyddist hann av aftur vøllinum. Lítlu løtuna Steffan var á vøllinum náddi hann at skora og harvið at staðfesta 3-1 ÍF sigurin, sum ber við sær, at fuglfirðingar framvegis hava møguleika at flyta upp.
ÍF hevur 33 stig, og FC Suðuroy, ið er liðið, sum ÍF kappast við um uppflytingarpláss, hevur 44 stig, nú tað resta seks umfør.











