Ikki eitt øvugt orð ímillum meg og muslimar um trúgv

Gestablídni kom fram um alt, sigur Heini Olsen í Havn, sum arbeiddi í muslimskum londum í 16 ár

Gestablídni gekk fram um alt og tað fall ikki ett øvugt orð um átrúnað okkara millum.

Tað sigur Heini Olsen, pensjóneraður verkfrøðingur í Havn.

 

Hann hevur livað og virkað ímillum muslimar í samfull 16 ár.

Og eftir sorgarleikin í París í farnu viku, ber Heini Olsen kensluna av, at nú skulu muslimar, og muslimska trúðargreinin sum heild, bera skuldina av tí, nakrir fáir heilavaskaðir unglingar í Fraklandi, settu í verk.

 

Heini Olsen sigur, at tey 16 árini, hann arbeiddi saman við muslimum, fall ikki eitt øvugt orð teirra millum um átrúnað, og gestablídni gekk fram um alt.

Árini 1956 til 1962 arbeiddi hann í Persia ella Iran, sum landið nú nevnist, í 1973-1974 arbeiddi hann í Afghanistan, í 1977-1978 arbeiddi hann í Nigeria og árini frá 1991 til 1995 arbeiddi hann á Zanzibar út fyri Eysturafrika. 


Hann minnist eitt jólaaftanskvøld í 1977 í Azare í Nigeria, har hann sat púra einsamallur, eftir at kristni kokkur hansara, Festus, sum sett hevði honum góðan jóladøgurða á borðið, beyð honum gleðilig jól, áðrenn hann fór til hús.

 

- Út móti midnátt pikkaði varðisliga á úthurðima, og tá eg læt upp, stóðu tríggir “Mullair” ella muslimskir prestar, uttanfyri og umbóru seg, at teir soleiðis órógvaðu.

- Men teir hildu tað vera mest fólkaligt at ynskja mær gleðilig jól í einsemi mínum, hóast trúargreinin ikki rættiliga var hin sama, sigur Heini Olsen.

- Teir tosaðu so frægt av enskum, at vit sótu næstan tveir tímar við einum temunni og prátaðu um leyst og fast.

- Og at enda samdust vit um, at ikki mundi vera so langt frá monnum, tí bønir okkara høvdu somu adressu, og at hin altvaldandi ivaleyst dugdi at lesa millum orðini frá báðum pørtum, sigur Heini Olsen, í einum stuttum minnisbroti frá tíðini, hann livdi og virkaði ímillum muslimar.

 

Heini Olsen heldur eisini, at vit eiga ikki at gloyma okkara egnu søgu.

 

- Vit skulu ikki gloyma hvussu fólk bóru seg at undir seinasta heimsbardaga. Tað vóru fólk, sum sum brúktu hvørt høvi at breggja sær av at vera heldur meira kristin enn øll onnur.

- Ein partur í ræðuligu hendingunum tá á døgum húsaði entá sjálvum pávanum, staðfestir Heini Olsen.

 

- Fara vit eini 800 ár aftur í tíðina, vórðu væl útgjørd europisk herlið, undir Krossins navni, send eystur í lond at drepa muslimar frá hond alt tað, teir vóru mentir.

- Heimafturkomnir vórðu teir fagnaðir sum sannar hetjur, har ein førarin teirra, Richard Leyvuhjarta, av somu skomm gjørdist ódeyðiligur í heimssøguni, leggur hann afturat.

 

 

Trýst HER fyri at lesa meiri av tí, Heini Olsen heldur um støðuna

 

 

Heini Olsen sigur, at sum er, dugir hann ikki at vísa á nakra patentloysn í hesum máli.

Men okursvegna mugu vit royna at koma hvørjum øðrum nærri. Um ikki beinleiðis at sameina allan átrúnað, so tó í hvussu er at vísa virðing fyri øðrum menniskjum og øðrum hugsunnarhátti, sigur hann.