VINNA
Tað eru tey, sum halda, at tað hevur drigið heldur langt út hjá teimum, sum keyptu tey seks ísfiskaskipini og fýra fiskavirkini úr trotabúnum eftir Faroe Seafood, at fáa hesi gøgnini uppaftur at koyra. Tað tók ikki langa tíð, til tey seks skipini loystu, og tað tók heldur ikki so langa tíð, til fiskavirkið í Runavík læt uppaftur.
Teir, sum keyptu hesi skip og virkir, søgdu, at málið var at loysa skipini aftur sum skjótast – og helst beinanvegin, og síðan skuldu virkini í Runavík og á Toftum í fyrstu syfti eisini latast uppaftur.
Jógvan Dávid Jacobsen er stjóri á fisksvirkinum í Runavík og saman við Anfinni Olsen eru teir báðir stjórar í nýggja samtakinum, meðan Poul Hansen er nevndarformaður.
Sindur truplari
Jógvan Dávid Jacobsen sigur, at virkið í Runavík nú hevur verið opið í smáar tveir mánaðir, men enn kann hann ikki siga, nær dagurin kemur til Toftir – og virkið í Vestmanna, sum samtakið eisini eigur, liggur so aftur longri frammi, tá ræður um møguliga upplating, um so verður.
Hann vísir á, at tað hevur verið nøkulunda við ráfski í Runavík, har virkið serliga hevur keypt fiskin hjá teimum seks trolarunum, sum felagið eigur.
- Tað hevur víst seg, at upsafiskiskapurin er minkaður, og at meiri hevur verið at fingið av toski. Í Runavík arbeiða vit bara upsa og tí eru nøgdirnar av toski, sum skipini hava fingið, farin á uppboðsølu.
Hann leggur aftrat, at arbeiði á fisksvirkinum í Runavík hevur verið rímiliga støðugt, men í seinastuni hava verið dagar, har gólvini hava verið turr.
Toftir bíðar enn
Tey, sum arbeiddu á saltfiskavirkinum á Toftum, hava leingi vónað, at tey fóru at fáa arbeiðsboð, men enn er virkið ikki latið uppaftur.
Jógvan Dávid Jacobsen sigur, at virkið á Toftum helst skal hava onkrar ábøtur, men leggur aftrat, at trupulleikin er ikki, at tað eru heilsufrøðilig krøv sum gera, at virkið framvegis ikki er komið upp at koyra.
- Virkið á Toftum var jú opið, heilt til Faroe Seafood endaði í Skiftirættinum, so virkið kann í prinsippinum latast uppaftur í dag um tað skal vera.
Hann sigur, at tað kortini eru nøkur ting, sum helst skulu gerast við virkið, og eitt nú eru nøkur gólv ikki í so góðum standi.
- Eitt annað, sum vit sjálvandi eisini hugsa um, er, hvussu verður við ráfiskagrundarlagnum, nú líkt er til, at ein partur av ísfiskaflotanum helst fer at fiska makrel í summar og í heyst.
Jógvan Dávid heldur, at teir soleiðis gera rættast við at bíða eitt sindur, so síggjast kann, hvussu støðan við ráfiskagrundarlagnum verður, sum tíðin gongur.
- Vit hava í løtuni ikki orku til at fáa alt upp aftur at koyra, ásannar stjórin.
Saltfiskur øðrvísi
Stjórin í samtakinum, sum eigur tey seks skipini og fýra virkini, vísir eisini á, at tað er øðrvísi at lata eitt saltfiskavirkið uppaftur enn eitt vanligt fiskavirki.
- Eitt saltfiskavirkið krevur lutfalslig størri kapital til at starta upp, tí tað tekur longri tíð, til inntøkurnar síggjast, tá fiskurin fyrst skal arbeiðast og liggja í salti, til hann síðan kann útflytast, sigur stjórin, Jógvan David Jacobsen, sum í løtuni ikki dugir at siga, nær fólk, sum arbeiddu á saltfiskavirkinum á Toftum, kunnu vænta arbeiðsboð aftur.