Hóast flestu okkara høvdu roknað við at skula atkvøtt til løgtingsvalið fyri fólkatingsvalið, so er veruleikin tann, at vit um tvær vikur hava valt tvey nýggj føroysk umboð á Fólkating.
Í Føroyum er dysturin um fólkatingsmenninar vanliga ein dystur millum tríggjar flokkar ? ongkuntíð tó millum fýra. Hesaferð er ? sambært veljarakanningum ? mest sannlíkt, at dysturin fer at standa millum Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin, meðan triðji flokkurin verður annaðhvørt Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin.
Men í politikki kann alt henda ? eisini tað, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fara við sigrinum. Nú um dagarnar frættist um tveir politikarar, sum høvdu leitað sær heimaftur. Tann fyrri var Finnbogi Arge, sum aftur hevur meldað seg inn í Fólkaflokkin. Við tvey tey seinastu valini hevur hann verið valdur á ting fyri Sambandsflokkin, men í 1990 var hann eisini á listanum hjá Fólkaflokkinum, men valdi heldur Sambandsflokkin.
Í gjár frættist so, at Tjóðveldisflokkurin veruliga ætlar at fáa mann valdan á Fólkating hesaferð. Tey loysingasinnaðu megna illa at draga línu í felag, og í Tjóðveldisflokkinum hava høvdingar stríðst í áravís, og er ilt at fáa eyga á ein veruliga leiðara. Men nú hevur flokkurin so vent sær til Zacharias Wang úr Frælsisfylkingini. Hann fekk við seinasta fólkatingsval fekk 1110 persónligar atkvøður, meðan formaður Tjóðveldisfloksins einsans fekk 672. Tekur Zacharias Wang av tilboð Tjóðveldisfloksins um at stilla upp á tjóðveldislistanum, verður tað hansara lívsins kjansur at fáa danskar politikarar og danskar fjølmiðlar á tal ? kanska tiltrongt, nú Jacob Haugaard ikki stillar uppaftur.
Fakta er so, at tað eru teir víðgongdastu flokkarnar í tjóðskaparmálinum, Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin, sum standa til at fáa fólkatingsmenninar.
Javnaðarflokkurin hevur seinastu tíðina víst, at hann vil broyta viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Tað einasta konkreta er, at uppskot er lagt fram á ting um setan av stjórnmálanevnd, sum skal fyrireika broytingarnar. Hetta uppskot hevur verið blokerað av løgmanni, men verður helst samtykt hesaferð.
Javnaðarflokkurin eigur nú at gera veljarunum púra greitt, at flokkurin ikki longur vil vera politistk klípi hjá danskari javnaðarstjórn ? men at flokkurin vil hava avgerandi ávirkan á øll viðurskifti, sum hava við Føroyar og føroysk viðurskifti at gera.
Alt annað er í andsøgn til endamáls floksins um at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark soleiðis, at talan veruliga verður um samstarv millum tjóðir á jøvnum føti.