Fiskiveiðieftirlitið hevur í dag lýst bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við troli á einari leið vestur úr Mykinesi. Hetta ger stovnurin við heimild í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994.
Veiðibannið er galdandi frá í dag, 19. februar 2014 klokkan 15 til 5. mars 2014 klokkan 15 - ella júst í 14 dagar.
Fyri umleið einum ella hálvum øðrum ári síðan lýsti eftirlitið javnan bráðfeingisfriðingar, tí partrolarar fingu nógvan smáupsa í veiðini, men í fjør var lítið at hoyra um bráðfeingisfriðingar.
- Tó vórðu einstakar bráðfeingisfriðingar eisini lýstar í fjør, men ikki nær til so nógvar sum undanfarin ár. Tað vísir seg, at nøgdirnar av smáum upsa í veiðini ikki vóru so stórar í fjør sum eitt nú árið fyri.
Tað segði leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, við Sosialin fyri eini tíð síðan. Hann helt, at smáupsin, sum var ein trupulleiki í veiðini, er vaksin, og tí eru trupulleikarnir minni, enn tær hava verið.
- Men, vit fáa framvegis javnan fráboðanir um, at smáupsi er uppi í veiðini, tó at hesar fráboðanir eru nógv færri, enn tær vóru, tá tær vóru flestar.
Elmar Højgaard vísti á, at tað er ikki ólógligt at fiska og landa upsa, sum er smærri enn 55 sentimetrar, men tað er brot á fiskiveiðireglurnar, um skipini eftir hvørt hál sær ikki boða eftirlitinum frá, tá 30% ella meira av talinum av fiski ikki røkkur mát.
- Tað er heldur ikki soleiðis, at vit lýsa bráðfeingisveiðibann, hvørja ferð prosentparturin fer um hetta mark, men vit fylgja neyvt gongdini, og gerst trupulleikin ov stórur, verður lýst veiðibann í 14 dagar.
Í dag hevur Fiskiveiðieftirlitið so aftur lýst bráðfeingisveiðibann á einari leið vestanfyri, sum annars sæst á heimasíðuni www.fve.fo