Tað var tann tíð, tá nógv hoyrdist um ILA-smittu í Føroyum, og sagt hevur verið, at ILA var ein orsøkin til, at føroyska alivinnan fór av knóranum tíðliga í hesi øldini.
Hinvegin er tað javnan, at tað hoyrist um ILA-smittu í norskari alivinnu, og hetta er eisini støðan í nøkrum alibrúkum í Noregi í løtuni.
Ilaks.no visti herfyri at siga, at ILA er ávíst í alibrúkinum, Storvika í Skjerstadfjørðinum, sum liggur í Bodø kommunu.
Norski djóralæknastovnurin boðaði Matvørueftirlitinum í Noregi frá um ILA-illgrunan í Storvika hin 12. august, og hin 26. august varð smittan staðfest.
Fyri at avmarka smittuútbreiðslu hevur alistøðin fingið nøkur krøv, sum skulu fylgjast - eitt nú við flyting av fiski, sum krevur serligt loyvi.
Matvørueftirlitið hevur eisini heitt á øll, sum ferðast í økinum, um at vísa størsta varsemi fyri at umgangast smittispjaðing.
Týsdagin hin 25. august varð eisini boðað frá ILA-illgruna á einum øðrum alibrúki nærindis í Skjerstadfjørðinum.
- ILA er ein álvarslig smittandi virussjúka, sum kann raka laks, veit www.ilaks.no at siga.











