Ingi aftur til VÍF

Ingi Olsen skal venja VÍF menninar, og venjari hjá kvinnunum verður Henrik Gerster

 

 

VÍF heldur føðingardag, nú bátastevna er í Vestmanna. Felagið fyllir 75 í dag, og í hesum sambandi hevur Helgi Jacobsen havt framløgu í Staðnum um søguna hjá felagnum. Eina søgu, sum Helgi eisini er í ferð við at dokumentera í bókaútgávu.

 

Og sum partur av hesum haldinum varð eisini avdúkað, at venjarin hjá besta mansliðnum hjá VÍF komandi vetur eitur Ingi Olsen.

 

Og tað eru søtir tónar í Vestmanna. Ingi er ein av bestu spælarunum, sum VÍF hevur fostrað, og hann hevur fyrr roynt seg sum spælandi venjari. Tað var hann eisini hjá Neistanum, har hann var við til at vinna fleiri FM-heiti. Seinnu árini hevur Ingi arbeitt í Grønlandi, og eisini har hevur hann virkað sum hondbóltsvenjari. Bæði innan felags- og landsliðsarbeiði.

 

Henrik Gerster hevði eitt skifti í vetur dupult-leiklut sum venjari hjá bæði kvinnum og monnum. Komandi vetur verður tað sum venjari hjá kvinnunum, at hann skal royna seg. Kvinnurnar hjá VÍF komu í FM-finaluna í vár, men eins og menninir máttu tær taka til takkar við silvurinum.