Iowa hevur fleiri ferðir skift politiska síðu

Iowa verður ikki rættiliga mett sum ein svingstatur á valinum 5. november. Men kanska verða tey kortini tikin á fótum.

Kamala Harris kann kanska droyma um ein yvirraskilsissigur í statinum Iowa. (Arkivmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Amerikanski staturin Iowa kann spæla ein óvæntaðan leiklut, tá amerikanska forsetavalið verður um fáar dagar.

Ein nýggj meiningakanning hevur í øllum førum brádliga fingið rættiliga nógvar miðlar at lata eyguni upp. Kanningin frá greiningarstovninum Iowa Poll vísir eina smala leiðslu hjá demokratiska forsetavalevninum, Kamala Harris.

Higartil hevur Iowa verið mett sum trygt grundarlag hjá republikanska Donald Trump og harvið heldur ikki sum ein av sonevndu svingstatunum.

Eisini eru fleiri meiningakanningar, sum framvegis hava Trump á odda. Harumframt er leiðslan hjá Harris í nýggju mátingini so smøl, at hon bara næstan fer upp um markið fyri óvissu hjá greiningarstovninum.

Óansæð hevur kanningin tó økt um uppmerksemi um Iowa.

Her sæst, hvør hevur vunnið seinastu tíggju valini í statinum:

2020: Donald Trump (republikanari).

2016: Donald Trump (republikanari).

2012: Barak Obama (demokratarnir).

2008: Barak Obama (demokratarnir).

2004: George W. Bush (republikanari).

2000: Al Gore (demokratarnir).

1996: Bill Clinton (demokratarnir).

1992: Bill Clinton (demokratarnir).

1988: Michael Dukakis (demokratarnir).

1984: Ronald Reagan (republikanari).

Kelda: 270toVinn./Ritzau/

 

Kamala Harris kann kanska droyma um ein yvirraskilsissigur í statinum Iowa. (Arkivmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters