Iran sent rakettir eftir Ísrael

- Ísraelska loftverjan er í hægstu tilbúgving, og loftávaring hoyrist í fleiri ísraelskum býum

Ísraelski herurin veit í kvøld at siga, at Iran hevur sent rakettir eftir Ísrael. 

- Ísraelska loftverjan er í hægstu tilbúgving, og loftávaring hoyrist í fleiri ísraelskum býum.

 

Hernaðarleiðslan í Ísrael sigur, at álop eru væntandi eftir ísraelsku álopini í Libanon fyrr í dag.

 

Iran hevur sagt, at Libanon skal verða ein partur av einari møguilgar friðaravtalu millum Iran og USA.