Brian Riemer takkar áskoðarunum eftir, at landsdysturin millum Danmark og Ukraina varð steðgaður. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix.

Riemer um Eriksen: Sera skakandi uppliving

Danski landsliðsvenjarin, Brian Riemer, sigur, at tað var ein sera skakandi uppliving, tá Christian Eriksen í kvøld brádliga small um undir venjingardystinum móti Ukraina í Odense.

Brian Riemer takkar áskoðarunum eftir, at landsdysturin millum Danmark og Ukraina varð steðgaður. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix.

Christian Eriksen helt sær fyri bringuna og small stutt eftir á vøllinum.

 

– Hetta er ein sera skakandi uppliving fyri øll, bæði venjaratoymið, spælararnar og mótstøðuliðið, segði Brian Riemer við TV 2.

 

Sambært landsliðsvenjaranum fekk liðið skjótt boð frá landsliðslæknanum, Morten Boesen, um at Christian Eriksen hevði tað gott.

 

Hendingin vekir sjálvandi sterk minni, tí tað eru nærum júst fimm ár síðani, at Christian Eriksen fekk hjartasteðg undir EM-dystinum móti Finnlandi í Parkini.

 

– Tað eru nógv kensluborin viðbrøgd. Summi hava upplivað slíkt áður, onnur ikki. Nú snýr tað seg um, at vit standa saman og stuðla hvørjum øðrum, segði Riemer.

 

Dysturin móti Ukraina varð steðgaður eftir hendingina og verður ikki tikin uppaftur.

 

Riemer sigur, at tað ongantíð var ivi um millum liðini, at dysturin skuldi avlýsast.

 

– Tað gav onga meining at spæla fótbólt eftir tað, sum var hent, segði danski landsliðsvenjarin.

 

/Ritzau/

 

Brian Riemer takkar áskoðarunum eftir, at landsdysturin millum Danmark og Ukraina varð steðgaður. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix.