Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sigur, at tað var Iran, sum oyðilegði eitt amerikanskt vaktarflogfar á herstøð í Saudi Arabia í síðstu viku.
– Okkara virksemi vendir sær móti fíggindaligum álopsmonnum, sum onga virðing hava fyri hvørki arabarum ella iranum og ikki kunnu veita nakra trygd.
– Hygg bara eftir, hvat vit gjørdu við loftskipan teirra. Tað er upp á tíðina at fáa amerikansku herdeildirnar út, skrivar Araghchi á X, har hann deilir eina mynd av einum oyðilagdum amerikanskum hernaðarflogfari.
Myndirnar vísa eitt oyðilagt amerikanskt E-3 Sentry flogfar.
BBC og CNN hava áður staðfest myndina og at hon er tikin á herstøðini Prince Sultan Air Base, sum er umleið 100 kilometrar í ein landsynning úr saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh.
Amerikanski herurin hevur ikki alment gjørt viðmerkingar til hendingina ella váttað, at flogfarið er oyðilagt.
Iran hevur framt fleiri hundrað rakett- og dronuálop á statirnar í Flógvanum, síðani USA og Ísrael seinast í februar fóru at bumba Iran.
Iranski uttanríkisráðharrin heldur fast við í sínum innleggi á X, at iransku álopini á Flógvaríkini einans eru ætlað amerikanskum herdeildum - eisini eftir at fleiri álop hava rakt sivil mark kring økið.
– Iran virðir Kongaríkið Saudiarabia og metir tað vera brøðratjóð, skrivar Abbas Araghchi á X.
Sambært CNN er amerikanska flogfarið, sum ofta bara verður nevnt E-3, eitt avgerandi flogfar fyri USA, tí tað hevur ein miðdepil í amerikanska eftirlitinum við einum bardagaøki.
Við ávarings- og stýrisskipanini AWACS kann tað hava eftirlit við einum bardagaøki upp til 310 ferkilometrar úr luftini. Flogfarið kann eisini fylgja umleið 600 málum í senn.
Amerikanska fakblaðið Air & Space Forces Magazine skrivar, at amerikanska flogverjan hevur 16 E-3 Sentry flogfør.
/Ritzau/










