Sjúrður Skaale framman fyri Marienborg, har hann er farin á fund við Mette Frederiksen í morgun klokkan 9. Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Sjúrður farin á fund við Mette Frederiksen um samgongu

Í morgun fer Mette Frederiksen at hitta føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini

Sjúrður Skaale framman fyri Marienborg, har hann er farin á fund við Mette Frederiksen í morgun klokkan 9. Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Sjúrður Skaale verður ikki tungan á vágskálini, nú donsk stjórn skal skipast. Tí líka mikið hvussu samansetingin verður í Fólkatinginum, so verður tað ikki soleiðis, at samgonga verður við 89 donskum tinglimum – og so Sjúrði Skaale.

Tí hevur hann ikki somu samráðingarstøðu, sum hann hevði eftir seinasta fólkatingsval, tá Sjúrður Skaale var tungan á vágskálini, um ein reyð stjórn skuldi skipast, tí tá var reyður meirilut í Fólkatinginum. Sum kunnugt valdi Mette Frederiksen tó kortini at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna.

Men støðan er munandi fløktari nú. Í Fólkatinginum er hvørki reyður ella bláur meiriluti – og millum blokkarnar er Lars Løkke Rasmussen við sínum 12 fólkatingslimum, sum kunnu gera av, hvønn veg stjórnin skal fara.

Nú er so tann avbjóðingin komin afturat, at tað er minkað burtur av tveimum flokkum í bláa blokki. Liberal Alleance hevur koyrt ein nývaldan tinglim úr flokkinum, og tað sama hevur Borgernes Parti gjørt. Um hesi, sum nú eru leysgangarar ikki telja við, so er eingin bláur meiriluti, sjálvt um Moderatarnir skuldu talt við bláa blokki.

Uppgávan er trupul at skipa samgongu, tí nógvir flokkar mugu arbeiða saman – eisini flokkar, sum frammanundan hava lovað verljarunum, at teir ikki samstarva við flokkum, sum teir helst verða noyddar at samstarva við kortini.

Á veg inn á Marienborg nú beint áðrenn klokkan 9 segði Sjúrður Skaale við tíðindafólk, at hann peikar á Mette Frederiksen.

– Eg peiki á hana. Eg stuðli henni, segði føroyski fólkatingsmaðurin.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

Sjúrður Skaale framman fyri Marienborg, har hann er farin á fund við Mette Frederiksen í morgun klokkan 9. Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix