Sjúrður Skaale fer ikki at avdúka síni krøv frammanundan fyri at stuðla einum komandi stjórni. Tað sigur hann við tíðindafólk uttan fyri Marienborg, embætisbústaðin hjá forsætisráðfrúuni, í morgun, nú túrurin hjá forsætisráðfrúuni er komin til føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini.
Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum segði, tá hann kom til Marienborg, at hann peikar á Mette Frederiksen.
– Eg peiki á hana. Eg stuðli henni, segði Skaale.
Hann avdúkaði tó ikki nøkur krøv til forsætisráðfrúuna fyri at stuðla eini komandi stjórn.
– Tað fari eg at umrøða við borðið, sigur føroyski politikarin.
– Eg havi ikki nógv at siga. Fyri trimum árum síðani var eg nummar 90, men eg eri ikki so áhugaverdur hesaferð, sigur hann.
Hin føroyski fólkatingslimurin er Anna Falkenberg. Her ikki fysiskt til staðar á Marienborg í dag, men skal sambært TV 2 News luttaka á netfundi við virkandi forsætisráðfrúuna.
Hon sigur við TV 2, at hon millum annað vil endurnýggja ríkisfelagsskapin.
– Tað skal ein nýggjur bygnaður til fyri, hvussu vit eru sum trý lond í einum ríki, annars heldur tað ikki.
– Tað verður mín greiði boðskapur, sigur hon við TV 2 News uttan at útgreina hetta nærri.
Teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir - Naaja Nathanielsen úr IA-flokkinum og Qarsoq Høegh-Dam úr Naleraq-flokkinum - skulu eisini hittast við Mette Frederiksen.
Tey hava áður víst DR á ynski um fleiri heimildir í uttanríkispolitikkinum.
/Ritzau/










