Kharg Island er týdningarmesta stað fyri oljuútflutning úr Iran. (Savnsmynd). - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Iranska tíðindastovan: Oljuoyggin Kharg rakt av fleiri álopum

Iranska oljuoyggin, sum Trump hevur hótt við at oyðileggja, er rakt av álopum, skrivar ein iransk tíðindastova.

Kharg Island er týdningarmesta stað fyri oljuútflutning úr Iran. (Savnsmynd). - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Iranska oyggin Kharg, sum hevur fleiri oljuverk, er rakt av fleiri álopum.

Tað skrivar iranska tíðindastovan Mehr sambært Reuters í dag.

Kharg Island er ein avgerandi miðdepil fyri oljuútflutning út fyri iransku strondini.

Í oynni er eitt netverk av bryggjum, oljutangum, leiðingum og øðrum undirstøðukervi, sum verður brúkt í sambandi við sendingina av meginpartinum av oljuni í Iran.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt við at oyðileggja oynna. Í mars mánaði framdi USA álop á Kharg.

Fráboðanirnar koma í eini sera spentari tíð í áhaldandi stríðnum millum Ísrael og USA øðrumegin og Iran hinumegin.

Trump hevur kravt, at Hormuzsundið verður latið upp klokkan 1:00 í nátt okkara tíð - annars verður Iran rakt av umfatandi álopum á virki og brýr.

Umleið samstundis sum fráboðanir um spreingingar á Kharg-oynni sigur ísraelski herurin, at hann hevur framt fleiri álop á iranska undirstøðukervið.

Samstundis sigur kollveltingarverjan í Iran, at um USA fer yvir um "reyðu linjurnar" hjá Iran, so fer reaktiónin at raka meira enn bara økið.

Víðgongdi ófriðurin í Miðeystri hevur elvt til hækkandi olju- og gassprísir, tí nógv skip halda seg frá at sigla gjøgnum Hormuzsundið, sum hevur stóran týdning fyri heimshandilin.

 

/Ritzau/

 

Kharg Island er týdningarmesta stað fyri oljuútflutning úr Iran. (Savnsmynd). - Mynd: -/Ritzau Scanpix