Býurin Khan Younis har suðuri í Gazageiranum er í knúsi, og stórur partur av Gazageiranum er í knúsi eftir kríggið millum Ísrael og Hamas, ið hevur vart síðan oktober 2023

Ísrael leggur til rættist sjálvbodnað rýming úr Gaza

Ísraelski verjumálaráðharrin hevur givið ísraelska herinum boð um at leggja eina ætlan, sum gevur palestinum møguleikan "sjálvbodnar" at rýma úr Gazageiranum

 

Býurin Khan Younis har suðuri í Gazageiranum er í knúsi, og stórur partur av Gazageiranum er í knúsi eftir kríggið millum Ísrael og Hamas, ið hevur vart síðan oktober 2023

Israel Katz er ísraelskur verjumálaráðharri, og hann er positivur um útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um, at USA kanska eigur at yvirtaka Gazageiran.

 

Ráðharrin heldur, at ein skipan, har palestinar sjálvbodnir kunnu fara úr Gazageiranum, hevði verið ein gongd leið at loyst partar av stríðnum í økinum.

 

Hann hevur tískil heitt á ísraelska herin um at skipa eina ætlan, har palestinar, sum ynskja tað, kunnu fara til lond, sum siga seg vilja taka ímóti teimum.

 

Israel Katz hevur nevnt lond, sum eitt nú Noreg, Spania og Írland, ið kanska kunnu taka imóti palestinum. Hesi londini hava nevniliga viðurkent Palestina sum tjóð.

 

##med2##

 

Tí heldur verjumálaráðharrin sambært norska kringvarpinum NRK, at í fyrsta lagi hesi londini - Noreg, Spania og Írland - eiga at taka ímóti palestinum sum flóttafólk.

 

Israel Katz heldur eisini, at hesi lond hava ført fram skeivar upplýsingar um ísraelsku krígsførsluna í Gazageiranum. 

 

 

 

 

Býurin Khan Younis har suðuri í Gazageiranum er í knúsi, og stórur partur av Gazageiranum er í knúsi eftir kríggið millum Ísrael og Hamas, ið hevur vart síðan oktober 2023

Israel Katz er ísraelskur verjumálaráðharri