Ísraelska tjóðartingið atkvøddi í dag fyri at gera deyðarevsing til vanligan dóm fyri palestinar, sum eru dømdir fyri deyðilig álop frá hernaðardómstólum.
Uppskotið varð samtykt við 62 móti 48 atkvøðum, skrivar tíðindastovan AFP.
Lógin skuldi gera deyðarevsing til vanliga revsing fyri palestinarar, sum eru dømdir fyri deyðilig álop á ísraelskt hersetta Vestara Áarbakka, sum verða mett sum "yvirgangsgerðir".
Tá palestinar á Vestara Áarbakka verða skuldsettir fyri at hava framt deyðilig álop, verður málið viðgjørt í ísraelskum hernaðardómstólum.
Fleiri evropeisk lond funnust sunnudagin at lógaruppskotinum.
– Vit vísa djúpa stúran fyri einum lógaruppskoti, sum fer at víðka munandi um møguleikarnar fyri at áleggja deyðarevsing í Ísrael, sum kann samtykkjast í næstu viku, stendur í felags yvirlýsing frá Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi og Italia.
– Vit eru serliga ørkymlað um, at lógaruppskotið de facto er diskriminerandi, stendur í fráboðanini.
Uppskotið varð lagt fram av høgravenda flokkinum Otzma Yehudit, sum stendur á odda fyri tjóðartrygdarráðharranum, Itamar Ben-Gvir.
/Ritzau/










