Ísraelski ráðharrin fyri tjóðartrygd, Itamar Ben-Gvir, sigur, at alt Libanon eigur at brenna, eftir at fýra ísraelskir hermenn vórðu dripnir í Libanon.
Tað skrivar AFP.
Útsøgnin bendir á, at Ben-Gvir ynskir hart ísraelskt aftursvar, hóast avtalan, sum USA og Iran gjørdu fyrr í vikuni, leggur upp til, at hernaðarligu atsóknirnar í Miðeystri – eisini í Libanon – skulu steðga.
– Við allari virðing fyri amerikanarunum mugu vit gera greitt fyri øllum heiminum, at blóðið hjá synum okkara og trygdin hjá borgarum okkara ikki eru til samráðingar.
– Alt Libanon eigur at brenna, sigur Ben-Gvir í einari fráboðan.
Umframt teir fýra dripnu hermenninar eru ein ísraelskur hermaður álvarsliga særdur og fýra aðrir lættari særdir.
Samtíðis sigur heilsumálaráðið í Libanon, at minst 18 fólk vórðu dripin í ísraelskum loftálopum í nátt og í morgun. Sambært Ísrael vóru álopini vend móti Hizbollah.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir víst ónøgd við, at Ísrael heldur fram við hernaðarligu atsóknunum móti Hizbollah, samstundis sum USA hevur arbeitt fyri eini avtalu við Iran.
Mikudagin segði Trump, at Ísrael hevði stríðst ov leingi móti Hizbollah, og at ov nógv fólk lótu lív.
USA og Iran vórðu sunnudagin samd um eina rammuavtalu um at enda kríggið millum londini. Sambært pørtunum fevnir avtalan eisini um Libanon, men kortini halda Ísrael og Hizbollah fram við at leypa á hvønn annan.
Fundur í Sveis, har USA og Iran skuldu umrøða, hvussu avtalan skuldi setast í verk, varð kortini avlýstur í nátt. Higartil er eingin frágreiðing givin um, hví fundurin varð avlýstur.
/ritzau/











