Myndir: Prógvhandan á Serbreytini

 

 

Í góðveðrinum í dag var prógvhandan á TSK, tá ið tríggir næmingar á Serbreytini fingu handað prógv. Dagurin byrjaði við, at Hansa Lamhauge, undirvísari á Serbreytini, bjóðaði vælkomin, og síðani var felagssangur á skránni, har Torkil Mørkøre spældi undir.

 

Til prógvhandanina hildu Bára Joensen, fyrrverandi undirvísari á Serbreytini, og Arnfinnur Nesá, samskipari á Serbreytini, røðu fyri pisunum. Tey, sum fingu prógv, eru: Dellio Madayag, Tummas Lydersen og Brandur Justesen.

 

Vit vilja ynskja teimum hjartaliga til lukku við prógvunum.

 

Eftir at skúlastjórin, Rúni Heinesen, hevði handað prógvini, varð boðið til ábit.

 

Jústinus Andrasson fekk eina gávu fyri bestu uppmøting á Serbreytini hetta skúlaárið.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

##med33##

##med34##

##med35##

##med36##

 

Fleiri myndir frá degnum eru at síggja á Facebook-vanganum hjá skúlanum. Facebook-vangin sást við at trýsta á her.