Tað er als ikki lætt at verða ein littur, italskur landsliðsspælari í fótbólti. Tað mátti tann 20 ára gamli, Mario Balotelli enn einaferð sanna, tá hann ígjárakvøldið spældi við tí italska landsliðnum, sum spældi javnleik 1-1 ímóti Rumenia á uttanveltaðum vølli í Klagenfurt í Eysturríki.
Millum teir bert 3.000 áskoðarnar vóru 100 høgraekstremistar úr Italia, sum róptu ókvæmisorð hvørja ferð Mario Balotelli hevði bóltin. Eysturíkska løgreglan konfiskeraði ein italskan bannara, har skrivað stóð: ?Nei takk til eitt multietniskt landslið?.
Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Mario Balotelli hevur verið úti fyri rasistiskum ágangi. Balotelli, sum er føddur á Sisilia upplivdi ofta rasismu, tá hann spældi við Inter Milan, áðrenn hann skifti til Manchester City.
Tá Inter Milan spældi útidyst ímóti Juventus í Torino, fór ein bólkur av Juventus-fjepparum at syngja: ?Tað finnast eingir svartir italiumenn?.
Italski landsliðsvenjarin, Cesare Prandelli er sera óður og vónsvikin: - Eg eri óður og vónbrotin, og vit mugu gera okkurt við hesar ræðuleikarnar. Men vit kenna okkum so hjálparleysar, sigur Cesare Prandelli við italska kringvarpið, RAI. - Eg veit ikki hvat eg skal siga? Um vit skulu hoyra uppá slík rakstrarróp hvørja ferð vit spæla, so koma vit ongan veg, staðfestir Cesare Prandelli.
Fríggjakvøldið 2. september í 2011 spæla Føroyar og Italia EM-undankappingardyst á Tórsvølli í Havn, og tá má Mario Balotelli fáa frið til at spæla fótbólt. Tað mugu vit syrgja fyri!