Avgerandi málið kom ikki fyrr enn tveir minuttir inn í yvirtíðina, tá Chelsea í kvøld vann 2-1 á Benfica í Europa League finaluni. Fernando Torres og Branislav Ivanovic skoraði málini fyri Chelsea, meðan Oscar Cardozo skoraði fyri Benfica.
Chelsea var uttan John Terry, Eden Hazard og Demba Ba. Tveir teir fyrst nevndu vegna skaða, meðan Demba Ba hevur umboðað Newcastle í Europa League. Venjarin hjá Benfica, Jorge Jesus, hevði heldur óvæntað valt at seta Lima, toppskjúttan í heimligukappingini, á bonkin.
Benfica var omaná í fyrra hálvleiki og høvdu teir verið meiri avgjørdir, so kundu teir eins væl havt skorað. Hinvegin, so var Chelsea nærmast, tá Frank Lampard sendi dundurskot móti málinum hjá Benfica, sum málverjin akkurát fekk vart fyri.
Stutt inn í seinna hálvleik fekk Benfica bóltin í málið, men hjálpardómarin vinkaði fyri rangstøðu. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at Oscar Cardozo var sera lítið rangstaddur, um hann var rangstaddur.
Eitt korter inn í seinna hálvleik legði Fernando Torres Chelsea á odda. Skjótálop endaði við, at spaniólin gjørdist púra leysur móti málverjanum og skoraði. Stutt seinni javnaði Oscar Cardozo upp á brotsspark, eftir at bólturin kom í hondina á Chelsea verjuspælaranum, Cesar Azpilicueta.
Bæði Oscar Cardozo og Frank Lampard høvdu kanónskot, sum kundu havt avgjørt dystin, men fyrst bjargaði Petr Cech skotinum hjá Oscar Cardozo, men Frank Lampard rakti tvørstongina.
Tað endaði við, at Branislav Ivanovic tveir minuttir inn í yvirtíðina kundi stúta eitt hornaspark í málið til 2-1. Benfica hevði ein seinasta møguleika, men Chelsea verjan fekk vart fyri.
Chelsea er vinnari av Europa League 2012-2013.
Europa League finalan 2013:
Benfica Chelsea 1-2 (0-0)
0-1 Fernando Torres, 59
1-1 Oscar Cardoso, 68 br
1-2 Branislav Ivanovic, 90+2
Benfica: 4-3-3
Artur Moraes - Almeida, Luisao, Ezequiel Garay(Jardel 77.min), Lorenzo Melgarejo(Ola John 65.min)- Enzo Perez, Nemanja Matic, Rodrigo(Lima 65.min)- Gaitan, Oscar Cardozo, Eduardo Salvio.
Á bonkinum: Paulo Lopes, Pablo Aimar, Jonathan Urreta, André Gomes.
Chelsea: 4-2-3-1
Petr Cech - Cesar Azpilicueta, Branislav Ivanovic, Gary Cahill, Ashley Cole - Frank Lampard, David Luiz - Ramires, Juan Mata, Oscar - Fernando Torres.
Subs: Ross Turnbull, John Obi Mikel, Victor Moses, Paulo Ferreira, Marko Marin, Yossi Benayoun, Nathan Ake.
Dómari: Bjorn Kuipers (Holland)
Amsterdam Arena: 46.163 áskoðarar