Íverksetaravenjing í Klaksvík

Um vikuskiftið skipar Íverksetarahúsið fyri Start Up Klaksvík í hølunum hjá Sjónámi í Klaksvík.

 

Klaksvík verður ofta nevndur fiskivinnuhøvuðsstaðurin og tískil fer Startup Klaksvík í høvuðsheitum at snúgva seg um maritimar vinnur.

 

Fyriskipararnir siga, at endamálið við Startup Klaksvík er at arbeiða við hugskotum frá byrjan til enda uppá stutta tíð og harvið at venja seg í at loysa tær avbjóðingar, sum íverksetarar standa yvirfyri.

 

Rás 2 tosaði við Rana Nolsøe um Start Up Klaksvík. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.

 

Ein listaframsýning verður eisini partur av Start Up Klaksvík í ár. Malan Fosaa, Laila av Reyni og Anne Marie Gøricke fara at sýna fram ymiskt, sum tær hava gjørt burtur uúr havsins tilfeingi.

 

Rani Nolsøe sigur, at hesar listakvinnurnar á hvør sín hátt hava nýtt tilfeingi úr fiskivinnuni til nýggja slóðbrótandi list.

 

Laila av Reyni, sum m.a. er kend fyri hennara vøkru og hugtakandi kjólar, hevur sniðgivið ein forvitnisligan kjóla úr fiskaskræðu, júst til hetta høvið, meðan Malan Fosaa hevur eitt breitt úrval av lutum hon hevur sniðgivið úr laksi, steinbíti, toski, kongafiski og kópi. Anne Marie Gøricke, ið er serkøn í at gera list úr fiskabeinum, fer eisini at sýna fram sermerktar prýðislutir úr fiskabeinum.