Ivi er um norðurkoreansk herfólk eru í Ukraina

- Beint nú kunnu vit ikki vátta tíðindini um, at norðurkoreansk herfólk aktivt taka lut í krígsførsluni í Ukraina, men hetta kann broytast, sigur Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte

Myndin skal vísa norðurkoreanskar deildir í Khabarovsk í Russlandi hin 16. oktober í ár.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur seg vóna, at lond, sum halda, at norðurkoreanskir hermenn berjast fyri Russland, fara at reagera "harðliga".

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

- Eg eri takksamur fyri leiðarar og umboðsfólk, sum ikki lata eyguni aftur fyri hesum og sum tosa erligt um hetta samstarv, segði Zelenskyj í einari talu í dag.

 

Ukrainski forsetin segði, at tað er ríkiligt av prógvum um, at Norðurkorea ikki bara sendir vápn til Russland, men landið eisini hevur herfólk, sum eru til reiðar, sum hann tók til.

 

Suðurkoreanskir myndugleikar almannakunngjørdu fríggjadagin fylgissveinamyndir, sum landið sigur eru norðurkoreansk herfólk í Russlandi.

 

Sambært fregnartænastuni hjá Suðurkorea hevur Norðurkorea gjørt av at senda fýra herlið á tilsamans 12.000 herfólk fyri at hjálpa Russlandi, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

Fríggjadagin kundi Nato ikki vátta, at Norðurkorea sendir herfólk at berjast á russiskari síðu í krígnum móti Ukraina.

 

Hetta segði nýggi Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte.

 

- Beint nú kunnu vit ikki vátta tíðindini um, at norðurkoreansk herfólk aktivt taka lut í krígsførsluni, segði Mark Rutte á fundi við verjumálaráðharrarnar í Nato fríggjadagin.

 

Nato-aðalskrivarin segði, at hetta sjónarmið kann broytast, og hann legði aftrat, at Nato er í tøttum sambandi við myndugleikarnar í Suðurkorea.

 

 

 

Myndin skal vísa norðurkoreanskar deildir í Khabarovsk í Russlandi hin 16. oktober í ár.