VIDEO: Fredrikstad vann á Lillestrøm

(Video) Her ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Fredrikstad-Lillestrøm 2-1 (0-0)

Liðið hjá Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen, Fredrikstad spældi sunnukvøldið dyst á heimavølli móti Lillestrøm í bestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Jóannes var á vøllinum tann seinasta hálva tíman, meðan Brandur ikki fekk spælitíð á hesum sinni.

 

Fredrikstad vann 2-1 á Lillestrøm. Morten Bjørlo legði Fredrikstad á odda við einum brotssparki fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Í 59. javnaði Lillestrøm. Tá 78 minuttir vóru leiktir syrgdi danski áleyparin hjá Fredrikstad, Jeppe Kjær fyri sigursmálinum við einum góðum skoti.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt frá norska TV2 frá dystinum. 

 

Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 43 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri Molde og Viking Stavanger, ið hava 44 stig hvør.

 

Komandi leygardag klokkan 17 spælir Fredrikstad dyst á útivølli móti Strømsgodset.