Kuba í streymloysi

Sambært skrivstovuni hjá forsetanum hava nú 16 proset av landsins íbúgvum fingið streymin aftur

Fríggjadagin mistu allir kubanar streymin, tá landsins gamla og størsta kolfýrda orkuverk gekk fyri, og øll oyggin misti streymin.

 

Arbeiðið at fáa verkið upp aftur at koyra byrjaði beinanvegin, men leygarmorgunin gekk verkið fyri aftur, og neyðugt varð at byrja av nýggjum.

 

Og seinnapartin leygardagin var aftur galið. So, her hevur ikki gingið serliga væl í hond.

 

Sambært skrivstovuni hjá forsetanum hava nú 16 proset av landsins íbúgvum fingið streymin aftur, og soleiðis eru fleiri enn 80 prosent av íbúgvunum uttan ljós.

Samstundis, sum stóra kolfýrda orkuverkið skrantar, hevur melduródnin, Oscar, eisini verið ávegis móti eystara parti av kubansku strondini, Guantánamo og Holguín. 

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.