Ivi og tvídráttur um innsatsin í Afganistan

Tíðargrein:

Eini 150.000 hermenn frá 41 ymiskum londum luttaka í løtuni í stríðnum móti Taliban og fyri eini demokratiskari menning í Afganistan. Men samstundis sum ivin økist, um tað nyttar nakað, so er nógv - bæði í ST-høvuðsborgini í New York og í amerikansku stjórnini í Washington - ið bendir á, at týdningarmestu londini við USA á odda vilja økja um hernaðarliga innsatsin í Afganistan.

Soleiðis tykist tað, eftir at vit í danska-føroyska-grønlendska tingmannaliðnum, sum er á ST-aðalfundinum í New York, hava vitjað í State Department í Washington, amerikanska uttanríkisráðnum, hava verið við til umrøðuna á ST-aðalfundinum um seinastu Afganistan-yvirlýsingina, og hava verið á kunnandi fundi við ábyrgdarhavandi ST-embætisfólk í Aftganistan-viðurskiftum.

Flestu amerikanar halda at støðan er vónleys
Men hetta verður ikki ein støða, sum verður tikin við góðum vilja. Heldur er tað av neyð, tí man ikki sær nakran annan útveg. Og ein avgerð um at økja innsatsin í Afganistan fer neyvan heldur at spæla stillisliga av, tí tað er stórur tvídráttur í londunum um hetta – bæði í USA, Bretlandi, Danmark og aðrastaðni - bæði millum borgarar, politikarar og hernaðarligar serfrøðingar. Í USA vísti t.d. ein nýggj meiningakanning í gjár, at 3 av 5 amerikanarum halda at støðan er vónleys og at amerikansku herdeildirnar skulu takast aftur úr Afganistan skjótast gjørligt.

Tað er øðrumegin áhaldandi framgongdin hjá Taliban-herliðunum í summum landslutum, og hinumegin stóra vónbrotið um politisku korruptiónina í politisku leiðsluni í Afganistan – sum gjørdist opinlýs undir stóra valsvikinum við forsetavalið herfyri – sum hava skapt mistreysti og iva millum londini, sum við stórum hernaðarligum og politiskum innsatsi royna at stuðla uppundir eina frælsa, demokratiska tilgongd í Afganistan.

Støðan í Afganistan versnað
Tá Obama gjørdist forseti fyri knøppum ári síðani, varð fyrst hildið at tað ráddi um at sum skjótast at enda amerikanska leiklutin í Afganistan. Men síðani er støðan versnað munandi. So nú eru sjónarmiðini so líðandi broytt til, at tað er bráðneyðugt at økja um og intensivera innsatsin, júst fyri at kunna sleppa útaftur skjótast gjørligt, uttan at alt landið verður givið upp til skutil fyri fundamentalistiskum einræðisstýri hjá Taliban. Eisini út frá eini sannføring um, at jú longri hetta kríggið verður drigið út, jú minni er møguleikin fyri at vinna. ?
Endamál í stríðnum í Afganistan
Tí er komið í fremstu røð, at samstundis sum Taliban verður hildið aftur, skal doyðurin leggjast á
at uppbyggja eina haldføra tjóðskaparliga afganska hermegi, sum sjálv kann byrgja upp fyri Taliban,
at uppbyggja ein sterkan politimyndugleika, sum kann tryggja lóg, rætt og landaskil,
og at berja niður korruptión og valdsmisnýtslu í afgansku politisku leiðsluni,
og at stuðla upp undir demokratiskar mannagongdir á øllum sivilum økjum í afganska samfelagnum

Einans við at kunna lúka hesar fyritreytir, er tað forsvarligt at sameindu londini kunnu taka sínar herdeildir aftur úr Afganistan.

Ikki skriviborðsgeneralar men fólk á staðnum
Niðurstøðan tykist tí vera, at tað nú er brúk fyri nógv størri ressursum ”on the ground”, sum amerikanarar siga, ella ”á staðnum” sum vit kunnu siga. Tvs. ikki skriviborðsgeneralum, men servandum fólki á staðnum, úti í hóttu økjunum, sum bæði kunnu reka Taliban-álopum aftur, styrkja um førleikan og samanhangin í afganska herinum, stuðla uppundir uppbyggingina av sivilu lokalu samfeløgunum, og skapa samanhang millum afganska fólkið og hernaðarligu og politisku skipanina í einum felags stríði móti Taliban og fyri demokratiskum samfelagsligum frambrotum.

Tað ræðandi fordømi
Tað ræðandi fordømi fyri stríðið í Afganistan er Vietnam-kríggið. Har útlendska uppíleggingin í áratíggir – sum tey seinastu árini vaks upp um hálva mió amerikanskar hermenn – endaði í einum hernaðarligum vitloysi og eini humaniterari katastrofu, ikki bara fyri Vietnam men eisini fyri grannalandið Kampuchea.

Tað læruríka fordømi
Sum eitt positivt, læruríkt fordømi nevna tey her innsatsin á Balkan í 90-unum, tá ST og aðrir altjóða felagsskapir tey fyrstu árini stóðu sum máttleysir áskoðarar til tað hernaðarliga barbaríið og etnisku útreisningarnar – inntil NATO-londini tóku sær um reiggj og fóru inn við einum máttmiklum innsatsi, sum gjørdi enda á ræðuleikunum, og skipaðu so mikið frægar umstøður, at landaskil og trygd kundi varðveitast við ógviliga avmarkaðum stuðli, so londini kundu uppbyggja egnar demokratiskar fyriskipanir – og so útlendska hermegin skjótt kundi taka seg aftur.

Ótolnast eftir avgerðini hjá Obama
Nógv hava longi ótolnast eftir at Obama forseti tekur eina avgerð – antin at fara undir eina afturtøku av herdeildunum – ella at økja munandi um hernaðarliga innsatsin. Her hevur hann eina tilráðing frá herovastanum Stanley McChrystal, um at økja um herdeildirnar við eini 40.000 monnum. Atfinningarnar hava verið harðar, um at Obama við at drála við avgerðini bara hevur økt um taps- og lívsvandastøðurnar hjá amerikansku hermonnunum. Men forsetin hevur gjørt eitt skifti í politikkinum frá George W. Bush, sum hevði lyndi til at taka støðu eftir ivingarsomum instinktum eftir tí sum generalarnir søgdu. Sambært Obama mugu slíkar stórar, lagnutungar avgerðir byggja á haldgott politiskt og hernaðarligt vitanargrundarlag og djúpa umhugsan.

Niðurstøðan øktur hernaðarligur innsatsur
Tíðindi ganga um, at forsetin ætlar at økja um talið av amerikanskum hermonnum uppí 100.000, tvs. við einum 30.000 aftrat. Eini 10.000 av hesum skulu vera serfrøðingar, til at skunda undir útbúgvingina av afganska herinum og politinum. Endamálið við hesum er ikki at gera av við Taliban, tí tað megnar útlendska hermegin ikki – ætlanin er at afganska hermegin skal kunna gerast so sterk, so at hon kann reka Taliban aftur úr týdningarmestu og fólkaríkastu landslutunum, og veita trygd fyri fólksligari demokratiskar menning í lokalu samfeløgunum og tryggar umstøður fyri vinnuligum framburði, sum skal leggja siðbundnu narkotikaframleiðsluna afturum seg.

Danski Afganistan-leikluturin væl umtóktur
Í ST-umhvørvinum er ógviliga týðiligt, at danski leikluturin í Afganistan er væl umtóktur. Lutfalsliga hevur Danmark longi havt ein stóran leiklut í sameindu hermegini í Afganistan, serstakliga í Helmand-provinsini. Danski innsatsurin er fyrimyndarliga effektivur, og hava teir eftirhondini óvanliga gott fótafesti í økinum og sera góðar mannagongdir fyri at sameina hernaðarligu uppgávurnar – at halda Taliban-álopunum aftur – og fremja stórar sivilar endurreisingaruppgávur. M.a. við meir enn 500 verkætlanum, heilt frá skúlum, heilsu- og kvinnumiðstøðum til vatnveitingarskipanir og landbúnaðardeplar. Verkætlaninar byggja á undirtøku og luttøku millum lokala fólkið, sum við tíðina eisini skal yvirtaka alla ábyrgdina av teimum.

Støðan í ST tykist greið
Eg skal viðganga, at eg sjálvur als ikki tók undir við hesum sjónarmiðunum um neyðuga týdningin um at fullføra endmálið við útlendska hernaðarliga og sivilpolitiska innsatsinum í Afganistan, áðrenn eg kom higar á ST-fundin. Men eftir at hava hoyrt frágreiðing eftir frágreiðing – sum eisini er staðfest í ST-aðalfundarsamtykt og yvirlýsing frá Trygdarráði ST’s – ivist eg ikki í, at henda trupla avgerðin er neyðug, fyri at skapa umstøður fyri eini skipaðari tilgongd fyri tjóðskaparligum sjálvræði og demokratiskari menning og friði í hesum kríggsherjaða landi.

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður