Ivi um Tomasson

-

Danski toppskjúttin í HM-kappingini, Jon Dahl Tomasson, verður møguliga ikki við, tá Danmark leygardagin skal spæla 1/8-finalu ímóti Onglandi.
Tomasson hevur síðani dystin móti Fraklandi havt pínu í lærkrikanum, og úr donsku leguni verður sagt, at tað einasta, sum hjálpir í slíkum førum, er tíð. Og tað hava danir neyvan tíð til í løtuni.
Annars tykist áhugin fyri danska landsliðnum at vera mest sum eksploderaður, síðani sigurin á Fraklandi. Sostatt eru 850 danir afturat farnir til Niigata, har dytsurin móti Onglandi verður leiktur.