Fótbóltssambandið og Jóannes Jakobsen hava í dag gjørt starvsavtalu, sum inniber, at Jóannes Jakobsen verður hjálparvenjari á A-landsliðnum í komandi HM-undankapping.
Eftir at Lars Olsen varð settur sum høvuðsvenjari á føroyska landsliðnum, hevur verið arbeitt við at finna rætta hjálparvenjaran. Hjálparvenjarin varð í dag settur, tá Jóannes Jakobsen skrivaði undir sáttmála, sum er galdandi til ársenda 2013, skrivar Fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.
Lars Olsen hevur luttikið virkin í setanini av hjálparvenjaranum, og tí skuldi grundarlag verði fyri góðum samstarvi.
Jóannes Jakobsen er 50 ára gamal og hevur drúgvar royndir bæði sum leikari og venjari. Í tíðarskeiðinum 1989-1993 leikti Jóannes Jakobsen 25 landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Nevnast kann, at Jóannes Jakobsen var liðskipari, tá Føroyar og Danmark leiktu landsdyst í Ítróttarparkini 10. okotobur 1990 - liðskipari hjá Danmark tað kvøldið var Lars Olsen.
Sum venjari hevur Jóannes Jakobsen staðið á odda fyri VB, HB, KÍ, B68, B36 og AB. Seinasta árið hevur Jóannes Jakobsen verið venjari hjá føroyska U17 gentulandsliðnum, sum stóð seg væl í undankapping fyrr í ár.
Fótbóltssambandið metur, at við Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hevur A-landsliðið fingið fatur á tveimum frálíkum venjarum, sum kunnu leiða Føroyar væl ígjøgnum komandi undankapping til HM í Brasilia í 2014.
Fyrsti dystur í HM undankappingini verður leiktur í Hannover í Týsklandi 7. septembur 2012, skrivar FSF.fo at enda.