Jógvan á Lakjuni vil hava umbering

Hann heldur, at Annika Olsen hevur onga virðing fyri honum og hann heldur, at hon skyldar honum og øðrum fólkafloksmonnum eina umbering

- Eg haldi, at landsstýriskvinann skyldar okkum eina umbering.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil ikki góðtaka framferðina hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnan í innlendismálum – sum eisini er úr Fólkaflokkinum.

Tað er í málinum um at broyta revsilógina, at løgtingsmaðurin heldur, at partakvinnan í innlendismálaráðnum er farin út um mark.

Ja hann heldur enntá, at tað er ovboðið, soleiðis sum Anniku Olsen hevur borið seg at í hesum máli.


266-b í buktini

Nú ætlanin er at broyta revsilógina, hevur eisini verið ætlanin at herða tað

illa umstríddu grein 266-b, har tað stendur, at tað er heldur ikki loyvt at happa og forfylgja fólki vegna teirra kynsliga tilknýti

Ætlanin hevur nú verið at skoyta upp í 266-b, at har happing og forfylging er ein liður í eini propaganda-átaki, skal revsingin herðast.

Jógvan á Lakjuni gjørdi vart við, at hetta kundi hann undir ongum umstøðum góðtaka, tí hann vildi ikki vita av 266-b yvirhøvur.

Hann visti heldur ikki av, at hetta var við í tí, sum landsstýriskvinnan legði fyri Løgtingið.

Kortini hevur rættarnevndin tikið herðingina í 266-b burtur úr og hevur tikið aðrar tilsipingar til hesa somu 266-b burturúr og tað takkaði Jógvan á Lakjuni fyri.


Vil hava umbering

Men hann heldur framvegis, at framferðin hjá Anniku Olsen er ovboðin, tí hann følir seg lumpaðan av sínum egna floksfelaga og hann kunngjørdi á tingsins røðarapalli í gjár, hann helt, at landsstýriskvinnan skyldaði honum og fleiri øðrum, sum eru ímóti hesum, eina umbering.

- Landsstýriskvinnan umboðar fyrst og fremst samgonguna, men hon umboðar eisini sín egna flokk, sum er næstan 100% ímóti hesum, sum hon hevur lagt fyri Løgtingið.


Stóra virðing

Annika Olsen staðfesti, at hon hevði stóra virðing fyri Jógvani á Lakjuni og hon virdi hansara sannføring í etiskum spurningum, hóast hon ikki altíð var samd og hon var heldur ikki samd í hesum føri.

Men hon tók kortini undir við, at umstríddu partarnir um at herða 266-b verður tikin burtur úr, tí hon helt, at tað var meiri umráðandi, at allar hinar broytingarnar í revsilógin verða samtyktar.

Men hetta sissaði als ikki Jógvan á Lakjuni.

- Eg haldi ikki, at Annika Olsen hevur nakra sum helst virðing fyri mær, staðfesti hann av tingsins røðarapalli

- Tað hevur hon prógvað við at leggja hetta uppskotið fram, uttan at tosa við meg, ella flokkin um tað frammanundan, legði hann afturat.

- Tað helt hann ikki var tekin um virðing, serliga tá ið hon visti, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri hann og onnur í flokkinum

Kortini legði hann afturat, at nú herðingarnar í 266-b eru tiknar burtur úr, kann hann taka undir við hinum broytingunum í revsilógini.

Og soleiðis vórðu tær eisini samtyktar í Løgtinginum.