Jógvan Martin er formaður

Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, er valdur til formann í Venjarafelag Føroya

Fótbóltur

 

Á stovandi aðalfundinum leygardagin hjá Venjarafelag Føroya varð ein nevnd vald, sum nú hevur skipað seg. Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, verður formaður, meðan Áki Johansen er næstformaður og Bill McLeod Jacobsen er skrivari og peningarøkil. Tiltakslimur er Abraham Løkin.

Endamálið við nýggja venjarafelagnum er, at stuðla og savna venjarahópin í Føroyum, og saman við Fótbóltssambandinum menna hesar, soleiðis, at venjararnir allatíðina flyta seg fakliga og fylgja altjóða rákinum. Tað skrivar heimasíðan hjá FSF.